«2010»Í dag«Aug»
            1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
30 31          
M T M H F L S

Næsti dystur

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

Spurningar

Dagsins leikari hjá B68 í dystin við Løkin?

Eldri kanningar

1 deild hjá B68 vann stórsigur.

Við 2 málum av vælspælandi Badara og innskifta Eyðun Jacobsen vann B68 ein knúsandi sigur í botndystinum móti EB/Streymi í dag og komu røttu megin niðurflytingarstrikuna.

Tað var annars spælandi venjarin Súni Fríði Barbá, ið opnaði ballið við einum góðum beinleiðis frísparksmálið eftir, at Emil hevði havt eitt brandskot á innaru síðuna á stólpanum. Móti endanum í seinni hálvleiki kom besta málið í dystinum. Eitt álop byrjaði á B68 hálvuni. Bólturin bleiv spældur til Súna, ið snittaði bóltin fyrstu ferð til Emil, ið setti ferð á og spældi Badara fríðan. Badara lobbaði bóltin hegnisliga fyrstu ferð uppum ein framstormandi Gunnar í EB/Streyma málinum.

Í seinna hálvleiki bleiv munurin bara sjónligari og sjónligari og B68 vassaðu í málmøguleikum. Triðja málið kom eftir, at Súni spældi Andre fríðan. Andre legði bóltin til rættis og smekkaði í málið. Síðani skjeyt Badara bóltin í málið via ein EB/Streyma leikara eftir, at Súni hevði spælt hann frían til skot. B68 gjørdi onkra innskifting. Símin W. Høgnesen kom inn fyri ein smáskaddan Karl og Óli Olsen kom inn fyri Janus og setti enn meir ferð á álopið so EB/Streymaliðið ikki orkaði, at fylgja við til síðst.

Tá eitt korter var eftir kom Eyðun Jacobsen inn fyri Súna og gjørdi ikki matari enn, at skora 2 mál. Fyrst eftir, at ein bóltur bleiv spældur innum EB/Streymaverjuna. Eyðun bleiv leysur og lobbaði bóltin uppum Gunnar. Lítla løtu seinni rann Óli seg leysan í vinstru síðu og í staðin fyri, at skjóta spældi hann Eyðun púra blankan frammanfyri málinum. Eyðun skuldi bara seta innarusíðuna á og so var tennisúrslitið ein realitetur.

Um dystin er, at siga, at B68 byrjaðu ikki so væl, men sum dysturin leið varð munurin á liðunum sjónligari og sjónligari og kundi sigurin verið enn stórri. Tað vísir seg ofta, at B68 hevur meiri orku enn fleiri lið og skyldast tað, at menn eru raskir til venjing.

Næstu ferð er ein sera torførur dystur á skránni. Tá gongur leiðin til Tvøroyrar, at møta TB.

Liðið ið spældi:

Petur M. Magnussen, Niklas Poulsen, Oddur Højgaard, Høgni Petersen, Gestur Lómstein, Emil Olsen, Janus Thomsen, (Óli Olsen 65) Karl Johannessen, (Símin Waag Høgnesen 58) Andre Olsen, Badara Diedhiou og Súni F. Barbá (Eyðun Jacobsen 75)

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.