35 ár í dag :-)
Hendan grein stóð á B68 heimasíðuni í fjør, og eftir sum at Richard Venzil hevur 35 ára føðingardag í dag, ynskja vit at endurgeva hana, og ynskja honum hjartaliga tillukku við 35 ára degnum.
Richard Venzil Højgaard er ein býarmynd á Toftum, og fólkini kring Tofta Ítróttarfelag, eru sera glað fyri alt tað sjálvbodna arbeiði, ið Richard Venzil og B68 fjepparin ger fyri felagið og Svangaskarð.
Í nógv ár var tað Julius Olsen sum tók sær av tí stóru uppgávu, at seta hornafløggini upp áðrenn heimadystirnar hjá B68, og taka tey niður aftur, aftaná at dómarin hevur bríkslaða dystirnar av. Men nú Julius er vorðin gamal, hevur systursonurin Richard Venzil arva tann heiðurin.
Richard Venzil fer eisini av sínum eintingum inn á Svangaskarð við spaka, rívu og kusti at rudda og snøgga um, so alt er so ruddiligt og vakurt tá fólk móta upp til dystirnar á Svangaskarði. Nakað sum fólk eisini beinavegin leggja tilmerkis.
Tá ið so dysturnir eru í gongd, og tað sama landsdystir, er Richard Venzil altíð væl klæddur í búna og Kasjetti og heldur vakt, og syrgir fyri at ongir ófriðarkroppar gera um seg, og oyðileggja tann einastandandi hýrin sum altíð er á Svangaskarði.
Til seinast vilja vit øll sum búleikast og vitja á Svangaskarði, takka Richard Venzil og tað sama Julius fyri alt tað sum teir hava gjørt fyri B68 og Svangaskarð - Takk fyri.
Koyr á B68
Richard Venzil Højgaard og Julius Olsen
Mynd; Nes Kommuna











