Eftir
laku gongdina síðstu dystirnar áðrenn summarsteðgin hevur B68 valgt, at
styrkja seg eftir summarsteðgin við 4 spælarum. Tað var greitt nakað
undan summarsteðginum, at áleyparin Jacob Bymar fór aftur til
Danmarkar. Han var nógv skaddur og fekk heldur einki mál og treivst
ikki so væl. Málturkurin var eisini sjónligur. 15 dystir og 9 mál.
Eisini hevur verjan verið sera nógv órógva av skaðum. Eftir fyrsta
dystin vóru 2 av stuðulsleikarunum í verjuni langtíðarskaddir. Tí var
farið, at leita eftir spælarum fyrst og fremst eftir einum áleypara, ið
kundi loysa skoringstrupuleikarnar.
Valið fall á danan Brian Andresen, ið hevur spælt við Glostrup har
fyrrverandi B68 venjarin Frank Skytte var venjari. Brian ið er 34 ára
gamal var annars givin, men tá Glostrup var í niðurflytingarvanda fekk
Skytte hann yvirtalaðan, at koma, at geva eina hjálpandi hond. Hetta
hepnaðist so mikið væl, at Glostrup vendi einari trúðandi niðurflyting
og yvirlivdi við m.a. fleiri málum av Brian. Um Brian kann annars
sigast, at hann er ein rutineraður spælari, ið gongur undan á vøllinum
og virkar, sum eitt bindilið millum álop og miðju. Hann er positivur og
fryntligur uttanfyri vøllin og dugir væl, at uppmuntra sínar
viðspælarar. Og ikki kann sigast annað enn, at byrjanin hevur verið
góð. Við 2 sigrum eftir steðgin og 2 málum av Brian í 3-1 sigrinum á ÍF
hevur B68 fingið eina super byrjan eftir steðgin.
Ein annar spælari, ið er komin til er okkara egni Dánja Pauli
Højgaard. Dánjal Pauli hevur ikki verið, at sæð í B68 troyggjunin
seinastu árini. Tað skyldast, at hann er forlovaður í Fuglafirði og
hevur spælt við besta ÍF liðnum. Í steðginum valgdi hann so aftur
barndómsfelagið. Dánjal Pauli er ein lynandi skjótur spælari, ið ferast
ógvuliga skjótt frá verju og upp í álopið. Hann hevur eisini fingið
møguleikan frá byrjan. Í fyrsta dystinum í Klaksvík mátti hann tó
skjótt taka seg av vøllinum við sjúku, men í Fuglafirði spældi hann ein
góðan dyst og legði m.a. upp til fyrsta málið hjá Brian.
Hinir báðir, ið eru komnir til felagið eftir steðgin eru NSÍ-arnir
Pól Jóhannus Jústinussen og Jann Martin Mortensen. Pól Jóhannus er ein
stórur og sterkur spælari. Hann hevur byrja inni í báum dystunum og við
sínum fysikki hevur hann saman við einum afturvendum Jóhan Dávur -
eftir skaða - fulkomuliga stýrt miðverjuni og fulkomuliga neutralisera
spælarar, sum Rógva Jacobsen og Bartal Eliasen tá hann er komin framvið
til deybóltar.
Jann Martin hevur ikki byrja inni enn á Formula liðnum, men hevur
spælt 2 góðar dystir á 1-deild og nakrar minuttir í báðum Formula
dystunum. Jann Martin er ein góður bóltspælari, ið dugur væl, at senda
neyvar avleveringar bæði stuttar og langar. Hann hevur stórt potentiali
og er ein spælari vit koma heilt sikkurt koma, at síggja nógv til í
framtíðini og er samstundis við til, at breiðka enn meir um hópin.
Fyri steðgin kom eisini Dánjal Hansen til B68 frá NSÍ har hann hevur
leikt við 1 deild í fyrru helvt. Hann leikti 2 dystir áðrenn steðgin og
verður við restina av árininum. Dánjal kenna frá tíðini hann hevur
leikt í B68. Hann er ein góður og klókur spælari, ið kann spæla alla
staðni á vøllinum og breiðkar eisini um hópin.
Við tilgongdini vit hava fingið og spælarar, ið eru blivnir
skaðafríðir er konkurencan blivin nógv størri á liðnum nakað, ið
venjarin frøir seg um. Hetta hevur eisin smitta av til venjingarnar og
dystirnar. Vit hava eisini fingið eina góða blanding av spælarum, ið
gevur ein góðan balanca á liðnum. Eg havi nevnt miðverjuna, men eisini
flytingin av Arnbjørn út á høgra bakk hevur virka væl og við Øssuri í
hinari síðuni eru bakkplássini sera væl mannaði. Annars hevur liðið
rigga væl eftri steðgin, sum ein heild við vælspælandi Jann Inga og
Ndende í motorrúminum í einum meiri defensivum stíli. Tað vísir seg
eisini, at passa betur til Kristian Anton, ið fær meiri pláss frameftir
og kann brúka sín skjótleika og hevur eisini víst tað við, at koma
fleiri ferðir aftur til baklinjuna til innlegg. Keita er eisini góður í
kontraspælinum. Hann er sterkur og dugir væl, at halda uppá bóltin tá
tað er neyðugt og gevur pláss til hinar. Tað hevur eisini verið sera
hugaligt, at fylgt 17 ára gamla Jóhan Símun Edmundson, ið er komin inn
í báðum dystunum eftir steðgin og víst síni kynstur og skorað 2 frálík
mál.
Tað hevur verið sera hugaligt, at fylgt liðnum eftir steðgin. Nógvir
mans til venjing og gott lag í hópinum, men vit mugu ikki gloyma, at
fáa armarnar niður aftur tí enn er langt eftir á mál og vit hava
uppliva fyrr í ár, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin, men við liðnum
vit hava nú burdi tað borið á mál við einum góðum innsatsti.
Koyr á B68.