Fjeppara turriklæð og húgva fáast nú til keyps
Nú fótbólturin er farin aftur á rull, og har fjeppararnir hjá B68 ynskja, at verða bæði sæddir og hoyrdir, er nú eisini møguleiki, at ogna sær bæði fjeppara turriklæð og húgvu.
Fjeppara (Pantarin) turriklæð og húgva, fáast til keyps á Høganesvegi 28, ella við at ringja á tlf. nr. 749060 ella 759060.
Húgvan kostar 100,- kr og Turriklæðið eisini kostar 100,- kr ella kann man ogna sær bæði tvey fyri 150,- kr.
Tað verður eisini selt til heimadystirnar hjá B68.
Á myndini niðanfyri, sæst hvussu turriklæðið og húgvan síggja út. Talan er um sama turriklæð, har tað er reytt á tí einu síðuni, og svart á hinari. Klikka á myndina, fyri at síggja hana størri.
Koyr á B68













