Formula: B68-B36 1-0
Tað var við spenningi man leitaði niðan á Svangaskarð til dystin
millum B68 og B36 eftir, at vit hava vunnið báðar dystirnar eftir
steðgin og víst sera góðan hugburð. Men hetta var jú á útivølli og vóru
15 av 20 stigum netup komin á útivølli áðrenn hendan dystin. Einasti
heimasigur var móti Víkingi í 12 umfarið. Fyrra dystin móti B36 taptu
vit í evstu løtu 1-0 á heimavølli eftir ein javnan dyst. So nú skuldi
tað verða og ikki kann sigast annað enn, at tað hepnaðist væl og
sigurin var eisini fult uppiborin.
Liðið var tað sama, sum hevur byrja so gott eftir steðgin.
Taktikkurin var tann sami. Liðið liggur kompakt og dúvar uppá kontra.
Menn standa væl á vøllinum og arbeiða sera gott fyri hvørjum øðrum og
tá bólturin er vunnin gongur tað skjótt frameftir. B68 hevur eisini
skapt fleiri góðar møguleikar í hesum seinastu dystunum og tað var
eisini B68, ið skapti teir flestu móti B36. B36 fekk sín fyrsta og
einasta møguleika í yvirtíðini tá Odmar Færø slapp, at skalla móti
málinum, men Vlada hevði eina góða bjarging.
Fyrsti møguleikin kom tá einir 10 min vóru spældir. Ein bóltur var
spældur upp um B36 verjuni og Keita slapp fríur móti málinum, men
onkursvegna tøvdi hann ov nógv so ein B36-ari akkurát fekk takla hann
aftanífrá. Keita skuldi havt skotið nógv fyrr í hesum førinum.
Tá einir 20 min vóru spældir komu bæði Brian og Pól Jóhannus, at
standa púra fríir inni brotsteiginum. Brian smekkaði til, men
onkursvegna fekk Meinhard bjarga við einari fepurbjarging.
Løtu seinni slapp Keita fríur móti baklinjuni og smekkaði flætt
innfyri til Brian, men ein B36 verjuleikari kom akkurát ímillum. Eina
aðru ferð slapp Keita eisini fríur inn í brotstegin, men bleiv aftur
taklaður tá hann skjeyt.
Seinni hálvleikur var, sum fyrri, men uttan teir stóru
málmøguleikarnar. Tað var ikki fyrr enn eitt korter var eftir, at tað
bragdaði. Jóhan "Super sub" Edmundson var komin inn fyri Keita eina
løtu frammanundan. B68 fekk fríspark á miðjum vølli. Øssur spældi
bóltin til Jann Inga, ið legði bóltin inn í brotsteigin hjá B36.
Meinhard royndi hart pressaður millum 2 av sínum viðleikarum, at boksa
bóltin burtur, men beint í bringuna á Jóhan S. ið lættliga kundi leggja
bóltin í málið. Hetta er 3 dystur á rað, at Jóhan S. kemur inn í seinna
hálvleiki og skorar og 2 ferðir hevur hann verið matchvinnari. Flott av
17 ára gamla unglinginum.
B36 royndi tað, ið eftir var, at pressa, men verjan hjá okkum stóð
stinn og einasta atsóknin frá B36 í dystinum kom, sum fyrr nevnt í
yvirtíðini.
Hetta var ein góður og fult uppiborin sigur. Og serliga tí B71 vann
á Sandi var tað gott, at vit vunnu í dag. Nú hava vit luft til botnin
og hava enntá lagt okkum á eitt 6 pláss. Men vit mugu ikki gloyma, at
taka ein dyst í senn og fáa armarnar niður aftur. Nú stendur NSÍ so á
skránni á Toftum sunnudagin og vónandi kemur sigurin eg havi eftirlyst
fyrr í ár móti grannunum. Tað hevði verið krúnan á verkinum.
Koyr á B68.
Liðið í dag:
Vlada Filipovic, Arnbjørn Danielsen, Jóhan D. Højgaard, Pól Jóhannus
Jústinussen, Øssur Hansen, Kristian A. Andreassen, Jann Ingi Petersen,
Ndende (Dánjal Hansen 85), Dánjal Pauli Højgaard, Brian Andresen, Keita
( Jóhan S. Edmundson 65)