Hetta var ein minnisríkur steypadagur

Fagnaðurin var stórur, tá ið óføru U-17 genturnar stríddu og spældu seg til sigur í steypafinaluni

 

Stigatalvan í FM kappingini segði tað, og tølini frá innanhýsis dystunum søgdu tað. B68 var favorittur at vinna steypafinaluna í kappingini millum U-17 gentur, og røsku genturnar megnaðu tað. Tær vunnu fríggjakvøldið 8. september finaluna á Tórsvølli móti EB/Steymi 3-1.

Tað var dramatikkur til tað síðsta, tí máltalvan vísti 1-1, tá ið vanliga leiktíðin – tvær ferðir 40 minuttir – var farin. So var neyðugt við longdari leiktíð – tvær ferðir tíggju minuttir – og tá skoraði B68 tvær ferðor, og harvið var sigurin tryggjaður í steypafinaluni.

 

Góðir karmar

EB/Streymur er tiltikið at eiga góðan stuðul í viðhaldsfólkunum, sum altíð síggjast og hoyrast, tá ið tey stuðla sínum liði, um tað so er á heimavølli ella útivølli. Soleiðis var eisini í steypafinaluni.

Tí var tað so ógvuliga hugaligt, at B68 viðhaldsfólkini avgjørt ikki stóðu aftanfyri tey hjá mótstøðuliðnum. Seinnapartin savnaðust nógv á Svangaskarði, har hýrurin var góður, og har tað varð skipað fyri andlitsmáling og øðrum.

Málið var at syrgja fyri, at okkara skuldu kenna seg so væl á Tórsvølli, sum tær gera, tá ið tær spæla á heimavølli, og tað eydnaðist.

Tveir bussar við glaðum B68 viðhaldsfólkum fóru av Svangaskarði og suður á Tórsvøll, har tað eisini vóru so nógv onnur í reyðum og svørtum, sum vóru farin suður í bilum.

Tá ið havt verður í huga, at talan var um finalu í U-17 kappinin fyri gentur, so var áskoðarafjøldin stór, og rómin var so stórur í báðum legunum, sum hann sjáldan man vera sæddur at vera í finalu í yngru deildunum.

 

Stríddust til tað síðsta

Í bæði fjórðingsfinaluni og hálvfinaluni var tað neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at B68 skuldi halda fram í kappingini.

Í finaluni var tað neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at B68 hevði vunnið 3-1.

B68 var omaná tað mesta av tíðini, men tað tók sína tíð, áðrenn tað eydnaðist at skjóta mál.

Seinni hálvleikur var meiri enn eitt korter gamal, tá ið B68 legði seg framum 1-0. Liðformaðurin Rúna Olsen skoraði.

EB/Streymur gav tó ikki skarvin yvir, og sjey minuttir seinni javnaðu tær. Málskjútti var Eyðbjørg Ellingsgaard.

Síðstu løtuna gekk tað báðar vegir. B68 hevði eitt sindur meiri av spæli, men tað bleiv ikki til meiri enn nær við og næstan støður í báðum endum.

So var neyðugt við longdari leiktíð.

Aftur avgjørt í longdu leiktíðini

Kanska var eitt sindur av fjáltri á, og tí lætnaði tað nógv, tá ið B68 í fyrsta minutti av longdu leiktíðini legði seg framum aftur. Málskjútti til 2-1 var aftur Rúna Olsen.

Sum tíðin leið hevði EB/Streymur hug at leggja meiri fyri í álopsspartinum, uttan at tað eydnaðist at vinna upplagda málmøguleikan. Í staðin var B68 fleiri ferðir í góðum atsóknum, og fýra minuttir undan leikloki eydnaðist tað at skora til 3-1 og harvið at staðfesta, at steypið skuldi inn á Svangaskarð. Málskjútti til 3-1 var Edna Maria á Regni Højgaard.

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var fagnaðurin ógvuliga stórur í okkara legu – bæði millum spælararnar og tey á beinkinum – og millum áskoðararnar.

Gullkrónur og steypið og ovurfegnir spælarar síggjast á myndini. Óneyðugt er at siga, at tað var kæti og fagnaður á ferðini innaftur.

Tá ið genturnar vóru aftur á Svangaskarði, fingu tær pitza og sodavatn, og øll hini, sum vóru møtt at fegnast saman við teimum, fingu drekkamunn og køkur.

Stóra avbjóðingin hjá gentunum verður nú at halda fokus í kappingini at vinna FM og harvið greipuna.

Hjartaliga til lukku við sigrinum í steypafinaluni og bestu eydnu í endaspurtinum í FM kappingini verður ynskt tykkum.

Tær, sum vóru við á Tórsvølli fríggjakvøldið 8. september 2017, vóru Eyðgerð Mikkelsen, Margit Andersen, Mary Olsen, Lena Olsen, Rúna Olsen, Miriam Harishi Egilsdóttir, Eyðbjørg Bogadóttir Jacobsen, Edna Maria á Regni Højgaard, Eyð Knudsen, Bjørk Nolsøe og Ása Carlsen. Venjari er Egil G. Olsen.

Onkrar aðrar gentur hava verið við á vegnum fram ímóti finaluni. Eitt nú Rebekka Olsen, sum fyri fáum vikum síðani fór til Danmarkar á eftirskúla.