Jóan Símun til Newcastle
Tað hevur leingið ligið í luftini, at Jóan Símun Edmundsson, skal til Newcastle til leika, og nú er so alt komið uppá pláss. Jóan Símun hevur fingið ein hálvt ára sáttmáli við oddaliðið í The Championship, sum fegnir vilja sleppa upp aftur í Premier League.
Tað eru fleiri sum vilja verða við, at Jóan Símun Edmundsson er eitt tað stórsta talenti í føroyskum fótbólti, síðani Toda Jónsson. Jóan Símun hevði eisini eitt framúr gott ár í fjør, har hann umframt at verða ímillum profilarnar hjá B68, eisini leikti við bæði føroyska A landsliðnum, og U21 landsliðnum.
Skal 18 ára gamli Jóan Símun gera seg galdandi uttanlanda, so man best verða at fara avstað, so leingi hann er ungur. Tofta Ítróttarfelag takkar honum fyri kappingina í fjør, og ynskir honum góða eydnu í Newcastle.











