Megnar innsatsur gav 3 stig

B68 - NSÍ 3-2 (1-2)
09. 1-0 Pól Jóhannus Justinussen
23. 1-1 Bogi Løkin
27. 1-2 Christian Høgni Jacobsen
64. 2-2 Ndende Adama Gueye
85. 3-2 Øssur Hansen (br.)

Lagið var sera gott á bæði B68 leikararum og áskoðararum, tá dómarin Páll Augustinussen bríkslaði fyri seinastu ferð. Eftir at B68 mikudagin bara vóru sekundir frá, at vinna á HB, gekk betri í dag, tá grannarnir og oddaliðið úr NSÍ vóru sendir yvirum aftur Golanheyggjarnar við einum 3-2 tapi. Hóast veðrið ikki var tað besta, vóru kortini nógvir áskoðarar møttir upp á Svangaskarði.

Venjarartoymið hjá B68 hevði enn einferð gjørt fleiri broytingar á B68 liðið frá seinasta dysti; Ndende var við aftur, eftir at hann var leikbannaður seinast, André, Kristian Anton og Camara byrjaðu eisini inni, meðan Oddur, Remi, Eli og Dánjal Pauli vóru settir á beinkin. Hjá NSÍ vóru eisini broytingar at hóma, har Jóhan Troest Davidsen var leikbannaður og Klæmint Olsen var skaddur.

B68 byrjaði dystin frískt við at leggja NSÍ undir eitt støðugt trýst, og tað gav eisini úrslit tá 9 minuttir vóru leiktir. Øssur Hansen sendur eitt fríspark fram í NSÍ brotsteigin, og har var landsliðsleikarin hjá B68 - Pól Jóhannus - hægstur og stútaði bóltin upp í málhorni, uttan at handilsmaðurin hjá Pidda hevði nakran møguleika, at verja fyri. Tað tókstist eisini sum um, at teir Gulu vóru eitt sindur skelkaðir av hesum, har B68 sat á tí nógva, men tað bleiv við 1-0.

Men NSÍ eru ikki oddaliðið fyri einki, og tá 23 minutti eru leiktir slága teir bráddliga til. Eftir álop í høgru síðu, verður sent innfyri, og har kemur Bogi Løkin aftanfyri ein heldur passiva B68 verju, og stútar bóltin í málið til 1-1. Nú vóru tað B68'ararnir ið tóktust skelkaðir, og bara 4 minuttir seinni var aftur galið. Ein bóltur verður sendur langt fram á B68 hálvuna, har Vlada kemur út úr brotsteiginum, og stútar bóltin burtur, men ein NSÌ'ari er vakin, og spælir til Christian Høgna Jacobsen sum skjýtir bóltin í tóma B68 málið, til 2-1 til NSÍ. Ikki nakað sannførandi málmans og verjuspæl í hesum føri.

B68 gjørdu alt hvat teir vóru mentir, at koma innaftur í dystin, og hóast onkran møguleika fingu teir ikki mál. Tað einu ferðina var Camara um at gerast leysur, og tað sá eisini út sum um, at hann var hálaður niður, men dómarin dømdi ikki. NSÍ hevði eisini góðar møguleikar, at økja um leiðsluna, men tað bleiv við 2-1 til NSÍ, tá dómarin bríkslaði til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki royndi B68 at seta NSÍ undir eitt støðugt trýst, har Dánjal Pauli og Remi eisini vóru skiftir inn. Sum tað leið út í seinna hálvleiki, gjørdist trýstið á NSÍ málið uppaftur størri, og tað sama gjørdust kjansirnir. Hinvegin vóru NSÍ'ararnir sera vandamiklir uppá horna, og tað einu ferðina var heilt nær við, at teir øktu um leiðsluna, men skotið fór beint fram við málinum.

Tá so 64 minuttir vóru leiktir gav trýstið hjá B68 úrslit; Dánjal Pauli rekur fram í NSÍ brotsteigin, skjýtur á mál, men verður blokeraður, og eftir trunkaspæl fær Ndende fatur á bóltinum og smekkar hann í málið til 2-2, og stór frøði á teimum Reyðu. Hvørki av liðunum vóru nøgd við javnleik, og tí søktu tey bæði at málinum, og næstu løtuna vóru teir Gulu sera nær við eftir horna, men Vlada hevði eina einastandi bjarging.

Tá eitt gott korter er eftir at leika, fær Bogi Løkin hjá NSÍ eitt sera tápuligt og óneyðugt gult kort, og tá tað eisini var hansara seinna, var hann eisini vístur av vølli. Nú fingu B68 leikararnir veruliga blóð á tonna, og satsaðu alt fyri at vinna dystin, har Oddur eisini var skiftur inn. Tað gav eisini úrslit, tá 5 minuttir vóru eftir at leika; Camara var sendur avstað og tá hann gjørdist púra fríur, var hann feldur, og brotsspark. Øssur var settur at skjóta, og skoraði eisini, hóast Gango fekk fingrarnar á bóltin.

Tað sum var eftir at dystinum, sat B68 á næstan øllum, og tað var eisini sannur - Rómur yvir Svangaskarð - tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Ein fult uppiborin sigur í einum undirhaldandi og til tíðir eisini hart leiktum grannadysti. Hettar var samstundis seinasti dysturin hjá B68 ímóti NSÍ í ár, og her frá ynskja vit teimum góðu eyðnu víðari.

Nú verður ein steðgur uppá 14 dagar, tí landsliðið skal leika tveir EM undandystir, og komandi dystur hjá B68 verður eisini á heimavølli, tá B71 kemur á vitjan, og teir eru eisini Gulir. Her í seinnu hálvu hava vit leikt tríggjar dystir á heimvølli, og teir hava verið ímóti trimum teimum fremstu liðunum, og vita hava fingið 5 stig, og tað má sigast at verða á góðari leið.

Koyr á B68

B68

Vlada Filipovic - Niklas Joensen (Dánjal Pauli Højgaard 57.), Pól Jóhannus Justinussen, Jóhan Dávur Højgaard, Jóhan Petur Poulsen - Øssur Hansen, André Olsen (Oddur Højgaard 73.), Ndende Adama Gueye, Kristian Anton Andreassen (Remi Langgaard 63.) Ahmed Keita, Ibrahima Camara.