«2010»Í dag«Aug»
            1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
30 31          
M T M H F L S

Næsti dystur

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

Spurningar

Dagsins leikari hjá B68 í dystin við Løkin?

Eldri kanningar

0-2 tap í jøvnum venjingardysti

B68 - B36 0-2 (0-1)
0-1 Hjalgrím Elttør
0-2 Christian Mouritsen

Í dag var venjingardystur nr. 2 á skránni hjá B68, tá B36 var á vitjan á Svangaskarði. B36 sum høvdu eina elendiga kapping í fjør, hava keypt stórt inn til kappingina í ár, og stillaðu tí eisini upp, við mest sum sterkastu manning. Hjá B68 var ein broyting frá seinasta dysti; Óli Olsen var ikki við vegna skaða, meðan André Olsen leikti á hansara plássi úti í vinstru síðu.

B36 byrjaði dystin sum eitt ódnarveður og trýstu eisini B68 langt aftur á vøllin, men B68 riðu stórmin av, og komu betur við í dystin. Men so hendir tað, ið ikki skal henda, og Hjalgrím Elttør gert leysur eftir eina skeiva sending afturi í B68 verjuni, og Hjalgrím skorar til 1-0 til B36.

Tað sum var eftir av fyrra hálvleiki leikaði tað javnt á, og bæði liðini komu eisini fram til nakrar naskar royndir, men einki mál afturat. Í seinna hálvleiki vóru nógvar útskiftingar hjá báðum pørtum, og avtíð sama var ikki so nógv spæl at síggja og sera fáir mál-møguleikar. Men tá ið so nakrir fáir minuttir vóru eftir, skoraði Christian Mouritsen til 2-0, eftir eitt skjótt mót-álop í høgru síðu.

Hjá B68 var ein senegalesiskur framherji - Ibrahima Traoré - á vøllinum í seinna hálvleiki. Hann er ein vinmaður hjá Keita og er av sínum eintingum, komin til B68 at royndarvenja. Men hann kom fyrst til Føroyar í gjárskvøldið, og tí er for tíðliga, at siga hvør dugur er í honum. Eisini fekk 17 ára gamli Jóhan Petur Petersen, debut á besta B68 liðunum, og hann er eisini ein spennandi leikari at fylga í komandi framtíð.

Venjarin hjá B68 - Bill McLeod Jacobsen - var væl nógdur við tað sum hann sá í dag. Vit møta einum sera góðum, og væl leikandi B36 liði, í sterkastu uppstilling, meðan vit velja at geva fleiri ungum og óroyndum leikarum møguleikan. Teir megna at spæla fult upp ímóti teimum, og tað er tað sum telur, og ikki so nógv úrslitið, tí tað var bara ein venjingardystur, sigur Bill við heimasíðuna hjá B68.

B68 og B36 møtast aftur týskvøldið í Gundadali.

B68

Vlada Filipovic - Niklas Joensen (Dánjal Pauli Højgaard), Oddur Højgaard, Niklas Poulsen (Jóhan Dávur Højgaard), Pól Jóhannus Justinussen - Kristian Anton Andreasen (Jonleif Højgaard), Remi Langgaard (Jóhan Petur Petersen), Ndende Gueye, André Olsen - Ahmed Keita (Ibrahima Traoré), Jóhan Petur Poulsen (Ahmed Keita).

Koyr á B68

 

 

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.