1. Deild menn eru Gandaðir

B68 - TB 1-1 (0-1)
13. 0-1 Jón Magnusarson
47. 1-1 Jonleif Højgaard

Tað hevur gingið sera striltið hjá 1. Deild monnum hjá B68 sum undan dagsins dysti, bara høvdu fingið tvey stig. Til tíðir hav teir verið væl mannaðir, og eisini hava teir leikt væl og verið nær við, men úrslitini hava mangla. Dysturin í dag var einki undantak, tá ikki færri enn 8 leikarar úr Vodafonehópinum vóru við frá byrjan.

Tað er nú soleiðis, at leikarar sum eru 21 ár ella yngri, hava loyvi at leika bæði við Vodafone og við 1. Deild, tað skal bara ikki verða sama dag. Hettar er eitt gott høvi hjá leikararum sum ikki fáa so nógva spælitíð á besta liðnum, at menna seg. Tað var eisini fitt av fólki á Svangaskarði, tá Dia Lamhauge brísklaði dystin í gongd.

TB leikararnir vóru greiðir yvir at B68 liðið var sera væl manna, og leiktu tí varliga, og tað gjørdi kanska sítt til, at B68 var omaná, at byrja við. B68 leikararnir leiktu væl, og komu eisini fram til naskar royndir. Tá 5 minuttir vóru leiktir fekk B68 ein risa møguleika, tá Jonleif legði innfyri, har Bjarki var púra fríur, men skjeyt bóltin beint á málverjan, og aftur í spælið har B68 leikararnir stóðu í kø fyri at sparka bóltin í málið, men inn vildi bólturin ikki.

Tá 13 minuttir vóru leiktir vóru TB framvið fyri fyrst ferð, har teir fingu horna, ið var skoti innfyri. Málverjin hjá B68 kemur út úr málinum, og rópar at hann hevur, men missir bóltin og eftir trunkaspæl skorar Jón Magnusarson til 1-0 til TB.

Eftir málið javnaði spælið seg út, har tað fyri tað nógva var ein harður dystur á miðvøllinum um bóltin. Ímóti endanum var fyrra hálvleiki, menti B68 seg aftur, og hóast man kom fram til onkran møguleika kom einki mál burturúr. Seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá ein langur bóltur var sendur fram á TB hálvuna, har rangstøðufellan kiksaði og Jonleif gjørdist fríur, Jonleif smekkaði til og via yvirliggjaran sat bólturin í málinum, til 1-1.

TB kundi ikki brúka javnleik til nakað sum helst og royndu tí, at herja á, men teir høvdu tað sera torført við, at koma fram til møguleikar. Hinvegin leiktu B68 leikararnir ein góðan seinna hálvleik, har teir eisini komu fram til fleiri stórar møguleikar, men fingu bara ikki bóltin í málið. Jonleif fekk tann allar størsta tá hann gjørdist púra fríur við TB málverjan, men skjeyt bóltin beint á hann.

TB'ararnir vóru eisini framvið nakrar ferðir, har tað sum oftast var eftir deyðbóltar, men einki spurdist burtur úr hjá teimum. Ímóti endanum av dystinum, vildu tvøramenn hava brotsspark, tá ein TB'ari fór um koll í B68 brotsteiginum, men dómarin bríkslaði ikki. Tað ferðina vóru B68 leikararnir eisini ónøgdir, at hann ikki dømdi fyri frísparki til B68 frammanundan tá Jóhan Petur var skumpaður um koll.

Dysturin endaði sostatt við javnleiki 1-1, eitt úrslit sum TB ikki kann brúka til nakað sum helst, men eftir mál møguleikum at døma, burdi B68 vunnið ein greiðan sigur í dag, men so var ikki. Kortini skula B68 leikararnir hava stórt rós, tí tað var eitt sera ungt og órutinerða B68 lið vit sóu á vøllinum, og teir vóru eisini væl betri enn TB. Á B68 liðnum vóru eisini tveir unglingaleikarar, nevnliga Bjarki Johannessen og Jóhan Petur Petersen, og lítið er at ivast í, at teir eisini banka uppá dyrnar hjá Vodafoneliðnum.

Koyr á B68

B68

Petur Meinhard Magnussen - Jóhan Petur Petersen, Oddur Højgaard, Ovi Brim, Niklas Poulsen - André Olsen, Remi Langgaard, Bjarki Johannesen, Eli Simonsen - Jonleif Højgaard, Ibrahima Camara.

Oddur Højgaard er ein av teimum, ið hava ment seg nógv, nú man sum ungur og frískur, kann leika bæði við Vodafone og fyrstu deild.