Corolla í føðingardagsgávu.

Lutaseðlarnir hjá B68, har høvuðsvinningurin var ein Toyota Corolla frá Reyni Service, eru nú drignir. Tann sum vann bilin var Jógvan Ingvard Olsen, fyrrvernadi løgtingslimur, á Toftum.

Jógvan Ingvard fylti 80 ár hósdagin 8. juli, tann dagin tá bilurin varð handaður honum hjá Reyni Service í Hoyvík.

Bilurin er ein silvurlittur Toyota Corolla 1.4 D-4D Luna til eitt virði upp á 250.000 kr. Jógvan Ingvard sigur, at fyrst bilurin hann keypti sær var eisini ein Toyota Corolla í 1974.

Á myndunum síggja vit Jan Petersen frá B68 og Sámal av Reyni frá Reyni Service handa bilin og eitt blómutyssi til Jógvan Ingvard Olsen, hepna vinnaran av bilinum. Eisini síggja vit Jógvan Ingvard saman við konuni Hildebjørg.

Orð og myndir; Magnus Gunnarsson.