B68 dagurin - skrá.
B68 dagurin á Svangaskarði, Skrá
Fríggjakvøldið:
Upphiting vil B68 dagin
Barnadiskotek í Teltinum frá kl. 21.00 – 24.00
Kostnaður 50 kr.
Kioskin verður opin
Leygardagin:
Heilsurenning
kl. 13.00 - 13.30 Tilmelding til renning - Til ber at tekna stuðulsbløð á Svangaskarði, áðrenn renningina.
kl. 13.30 - 14.00 Alfred Olsen, løgtingsmaður byrjar B68 dagin.
Fólk frá hjartafelagnum máta blóðtrýst áðrenn renningina.
Upphiting á graslíkisvøllinum – við tónleiki og upphitingarcoach.
kl. 14.00 - 14.30 Bygda- og stuðulsrenning, Tess fleiri, tess betri – eisini loyvt at ganga ella trilla – bara tit røra tykkum ;o)
- Hoppiborgir til børnini allan dagin ¬– armbond kunnu keypast í teltinum
Onnur tiltøk:
kl. 14.30 – 16.30 1/8 finala í HM – víst á stórskýggja í teltinum
kl. 16.00 B68 búffar við chips og grønmeti kunnu keypast.
Okkurt lætt verður eisini at keypa til børnini
kl. 18.00 - 19.00 B68 – NSÍ. Gull liðið hjá B68 frá 1984 móti NSÌ liðnum frá 1984
kl. 19.30 - 21.30 1/8 finala í HM – víst á stórskýggja í teltinum
Felagssangur og dansur:
kl, 22.00 - 23.00 Syngið við – við undirspæli
kl. 23.00 Góður Dansur við Robin Walters
Tit eru vælkomin at lata ein vinning til Mat & Køkutombola,
niðan á Svangaskarð frá hóskvøldinum til leygarmorgunin.
Við ítróttarkvøðu
TOFTA ÍTRÓTTARFELAG - B68










