B68 leikarar renna stuðulsrenning í kvøld
Í kvøld frá kl. 18.30, fara leikarar hjá B68 í Vodafonedeildini, 1. deild menn og 1. deild kvinnur, at renna stuðulsrenning fyri felagið í ein hálvan tíma.
Stuðulsrenningin verður gjøgnumførd í einum hugnaligum enda við tónleiki afturvið, og øll B68 viðhaldsfólk eru sjálvandi vælkomin niðan á Svangskarð, at heppa á leikararnar. Aftaná verður kaffi og okkurt gott afturvið, at fáa í B68 húsinum.
Tað ber eisini til, at tekna eitt stuðulsblað á Svangaskarði í kvøld - um tit ikki longu hava gjørt tað.
Koyr á B68











