B68 sigraði í Vági
Í dag var B68 á vitjan í Vági, har B68 altíð hevur havt tað líka stravið. Mótstøðuliðið hjá B68 FC Suðuroy, hevði líka sum B68, fingið eina ringa byrjan uppá kappingina. Undan dystinum, hevði FC Suðuroy bara fingið eitt stig, og mál høvdu teir einki av.
Tað var nógvur vindur vesturi á Eiðinum, tá dómarin Lars Müller bríkslaði dystin í gongd. Frá seinasti dysti, var ein broyting á B68 liðnum, har Bjarki Johannessen byrjaði inni, ístaðin fyri Kristian Anton Andreassen. Í fyrra hálvleiki, hevði B68 vindin undan, og kanska avtí sama, sat B68 eisini á øllum spælinum, men tað gjørdist kortini ongantíð veruliga vandamikið. Tað gjørdist tað heldur ikki í hinum endanum, og tí var støðan 0-0, tá farið var til hálvleiks.
Hóast B68 í seina hálvleiki, hevði vindin ímóti, var tað kortini B68 sum var leikliga omaná, og tað gav eisini úrslit, tá eitt gott korter var leikt; Einar Hansen sendi ein góðan bólt inní brotsteigin, og við handaru stong, var Christian Høgni Jacobsen á rætta og staðnum, og við sínum fyrsta máli fyri B68, skoraði hann til 1-0. Stutt seinni, var Christian Høgni um at gerast leysur, men varð so mikið órógvaður, tá hann royndi seg, at bólturin fór beint framvið málinum.
Tað seinasta korteri av dystinum, datt B68 liðið heldur langt aftur á vøllin, og FC Suðuroy trýsti øgiligt. Teir høvdu eisini eitt hav av deyðbóltum, men verjan varð á rætta staðnum, og Hans Jørgensen í B68 málinum, hevði eisini fleiri góðar bjargingar, tá FC Suðuroy royndi seg við skoti á mál.
Alt í alt, ein fult uppiborin sigur til B68, sum kortini hevði tað hepni sum skal til, fyri at vinna ein slíkan dyst. Nú 5 umfør eru leikt, liggur B68 á 6. plássinum við 6 stigum. B68 leikar aftur mikudagin - Flaggdagin - har Víkingur vitjar á Svangaskarði kl. 17.30, í kappingini um Løgmanssteypið.
FC Suðuroy - B68 0-1 (0-0)
57. 0-1 Christian Høgni Jacobsen
B68
Hans Jørgensen - Niklas Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Ndende Adama Gueye, Einar Hansen - Bjarki Johannessen (Oddur Højgaard 85.), Jann Ingi Petersen (L), Jústinus R. Hansen, Remi Langgaard - André Olsen (Kristian Anton Andreassen 62.), Christian Høgni Jacobsen.
Koyr á B68













