B68 gjørt sáttmála við Niklas Poulsen og Eli Simonsen
Nú tá flytingarvindeyga lat aftur í seinastu viku var tað greitt, at B68 hava gjørt avtalu við Eli Simonsen úr KÍ. Umframt at hava verið partur av besta KÍ liðnum tey seinnu árini, hevur Eli Simonsen eisini leikt á føroyskum U landsliðnum.
19 ára gamli viðoyingurin er miðvallarleikari, og er eisini kendur fyri at hava eitt gott skot, umframt at hann dugur at sparka bólt við báðum beinum. Tofta Ítróttarfelag ynskir honum vælkoman til B68 og góða eydnu í Vodafonedeildini 2010.
Tofta Ítróttarfelag hava eisini gjørt sáttmála við Niklas Poulsen fyri 2010. Niklas sum er 20 ára gamal, hevur fyri tað nógva leikt við 1. Deild hjá B68, kortini hevur hann síðani 2006, leikt nakrar dystir á besta B68 liðnum. Eisini skulu vit ynskja honum góða eydnu í 2010.
Koyr á B68











