B68 vann oddabrakið
Tað stóð nógv uppá spæl, tá KÍF og B68 leiktu dyst í Ítróttarhøllini í Kollafirði mikukvøldið. Um vikuskiftið vann B68 sannførandi á besta liðnum hjá KÍF, og megnar B68 at vinna 1. Deild, skulu tær leika um uppflyting til Eik Liguna, og mótstøðuliðið kemur helst at verða júst KÍF. Tí vildu KÍF í 1. Deild, sjálvandi gera alt fyri at vinna dystin, og samstundis royna at vinna 1. Deild.
Undan dystinum vóru toftakvinnurnar bæði nervøsar og spentar, og tað gjørdist eisini ein sera javnur og spennandi dystur allan vegin ígjøgnum. KÍF fingu tað betru byrjanina og vunnuð fyrsta sett 25-23. Men so tóku B68 yvir og vunnuð tey næstu trý settini við settmuninum; 25-23, 25-23 og 25-22, og tað sigur alt um, hvussu tætt tað í veruleikanum var. Frøðin var eisini stór á B68 leikararunum tá sigurin var komin í hús.
Nú B68 hevur leikt 8 av 12 dystum, hava tær 14 stig á fyrsta plássi, og tað eru 4 stig fleiri enn hvat Fleyr og KÍF hava, Fleyr hevur tó leikt ein dyst færri. Komandi dystur hjá B68, verður leiktur Sunnudagin 7. Februar kl. 14, tá júst Fleyr tekur ímóti í Gundadalshøllini. Vinnur B68 tann dystin, eru tær mest sum vísar í, at vinna 1. Deild - Enn er tó langt eftir á mál, og tí kann nógv sjálvandi henda.
B68
Mary Ann Zachariassen, Maibritt Olsen, Herbjørg Jøkladal, Harda Skoradal, Gunnvá Pállson, Sóley Philbrow Trolais, Jana Hjalgrímsdóttir Poulsen, Ingunn Jacobsen og Katrin Olsen
Koyr á B68
Savnsmynd











