B68arar á U15
Í summar ferð føroyska U15 landsliðið á uttanlanda ferð, har leiðin fyrst gongur til Newcastle á venjingarlegu. Síðani skal U15 landsliðið til Skotland, at luttaka á Aberdeen International Football Festival 2010.
Venjararnir Eli Hentze og Mathias Davidsen hava úttikið 20 mans, ið skula umboða Føroyar, og ímillum teir eru tríggir úr B68; Johannus Hansen, Esmar Clementsen og Hákun Edmundsson. Leivur Højgaard sum leikti við B68, áðrenn familjan hjá honum flutti til Runavíkar, er eisini úttikin.
Herfrá vilja vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við úttøkuni, og samstundis ynskja teimum góða eydnu og góðan túr.
Koyr á B68













