B68arar á U17
Í døgunum 18. til 26. September, eru EM undankapping fyri U17 landslið í Ungarn. Fyri at fyrireika seg til kappingina, hava landsliðsvenjararnir úttikið 38 leikarar til tvær venjingar, ið verða sunnudagin 22. August í Tórshavn.
Í millum teir 38, eru tríggir úr B68, og teir eru Haraldur R. Højgaard sum er miðvallaleikari, og so Dánjal Johannesen og Trúgvi Hansen, ið báðir eru stórir og sterkir verjuleikarar. Av hesum 38, verða so einir 20 leikarar, úttiknir til tann endaliga hópin.
Tofta Ítróttarfelag vil við hesum ynskja Haraldi, Dánjali og Trúgva, hjartaliga tillukku við úttøkuni og góða eydnu.
Koyr á B68.











