Brassar hittust á Svangaskarði.

Mikudagin í farnu viku, vóru Besiktas og vandu á Svangaskarði, fyri at fyrireika seg uppá Europa Cup dystin ímóti Víkingi, ið var leiktur dagin eftir. Besiktas er eitt stórfelag, og hava teir m.a. tríggjar brassar á liðnum; Bobo, Rodrigo Tabata og Mert Nobre, ið allir eru stjørnur í heim landinum Brasil.

Í Nes Kommunu búgva tveir brassar, nevniliga Alex Troleis og Robson de Franca. Fyri teir báðar var tað ein stór løta, at sleppa heilsa uppá brassarnar hjá Beskitas, og serstakliga Rodrigo Tabata. Besiktas løgdu 60 milliónir kr. á borði, tá teir keyptu Tabata frá Gaziantespor.

Rodrigo Tabata er uppvaksin í Aracatuba sum er ein býur, ið liggur nakað norðan fyri Sao Paulo. Líka sum í Føroyum, fylgja tey eisini væl við í Brasil hvussu tað gongur hjá teirra lokalu hetjum. Tá Alex Troleis eisini er uppvaksin í Aractuba, var tað sjálvandi eitt stórt upplivilsi fyrr hann, at heilsa uppá Tabata.

Í sínum ungu árum flutti Tabata til Campina Grande, ið er ein stór býur í Norður Brasil, og har leikti hann m.a. við liðnum Treze. Robson de France búði eisini í sínum ungu árum í Campina Grande, har hann í fleiri ár leiktu við júst Treze. Tí var tað eisini ein stór løtu fyri hann, at heilsa uppá Tabata, og tá teir tosaðu um Treze, vóru tað fleiri fólk kring liðið, ið báðir kendust við.

Eftir dystin fekk Robson blusa hjá Tabata, meðan Alex fekk blusuna hjá Bobo. Beiktas vann dystin 4-0, har Bobo skoraði tvey tey fyrstu málini, meðan Tabata var smáskaddur, og kom tí ongantíð í dyst. Annars kunnu vit nevna, at Bobo var við til at vinna meistaraheitið í Brasil í 2005 við Corinthians, har hann leikti saman við m.a. Carlos Tevez.