Mikudag hevði Dávur Højgaard á Toftum 80 ára føðingardag, og í dag heldur hann stóra dagin í heiminum hjá sær á Høganesvegi, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Á Svangaskarði er Dávur ikki heilt ókendur; Hann er faðir at Aksel og Ingemar Højgaard, ið báðir leiktu við besta B68 liðnum tey góðu árini, har B68 m.a. vann FM tríggjar ferðir. Í dag eru tað so abbasynirnir sum gera seg galdandi, har bæði Jóhan Dávur og Oddur Højgaard leika við besta B68 liðnum.

Hesi seinnu árini, hava vit eisini sæð nógv til Dávur á Svangaskarði, har hann saman við Arna Højgaard, hevur havt ábyrgdina av at røkja grasvøllin. Nú er grasvøllurin farin í søguna, og tá seinasti landsdysturin var leiktur á grasinum, har Føroyar sigraði 2-0 á Estlandi, vóru Dávur og Arni heiðraðir fyri teirra arbeiði.

Dávur var giftur við Odu sum andaðist í fjør, hon var ætta úr Kaldbak, og hon var í sínum ungu árum komin til Toftir, at verða í læru á kontórinum hjá D.P. Højgaard. Tað vóru m.a. tey, sum høvdu ábyrgdina av, at vaska leikarabúnanar hjá besta B68 liðnum.

Oda brúkti eisini nógvar sjálvbodnar tímar á Svangaskarði, og tað var bæði í køkinum og við at skipa fyri Bingo. Tey bæði fylgdu eisini væl við B68, og hvørjaferð, at okkurt var skrivað um B68 í bløðunum, klipti Oda tað út. Í dag eru fleiri mappir við tilfari, sum ofta hevur verið brúkt, tá hagtøl um B68 skullu finnast.

Umframt Aksel og Ingemar, eru tað eisini Árni og Oddbjørg. Árni var eisini ein góður fótbóltsleikari, men hann valdi at gerast fiskimaður, meðan Oddbjørg, sum í dag er stjóri á Hotel Hafnia, fyri tað nógva, hevur gjørt seg galdandi í flogbólti. Síðani hevur Dávur eisini 9 abbabørn og ein langabbason.

Annars kunnu vit siga um Dávur, at hann líka sum teir flestu, fór ungur til skips, har hann m.a. silgdi við Høganesi. Seinni starvaðist hann sum timburmaður, og í nógv ár eisini á sav-verkinum í timburhandilinum hjá Højgaards Handilsvirki. Hóast hann nú er vorðin 80 ár, er hann framvegis væl fyri, og tá fólk spáka framvið húsinum hjá honum, síggja tey hann ofta fríðka rundan um.

Herfrá ynskja vit honum hjartaliga tillukku við 80 ára degnum, og takka honum fyri alt tað hann, og tað sama Oda hava gjørt fyri Tofta Ítróttarfelag.

Koyr á B68

Dávur Højgaard sum vit hava sæð hann á Svangaskarði tey seinnu árini.