EB/Streymur á Svangaskarði í Europa Cup

Í kvøld kl. 19.00, er Europa Cup fótbóltur á skránni á Svangaskarði, tá EB/Streymur leikar retur dystin ímóti Kalmar FF úr Svøríki. Fyrri dysturin, ið var leiktur í Svøríki seinasta hósdag, endaði við einum 1-0 sigri til Kalmar.

Málið fingu teir tá tað restaðu 11 minuttir, har Arnbjørn Hansen beint frammanundan, hevði havt ein stóran møguleika, at leggja EB/Streymur á odda, men málverjin var vakin og bjargaði.

Tí er einki at ivast í, at Sundalagsmenn hava góðir vónir undan dystinum. Atgongumerkir kunnu keypast, tá dyrnar lata upp kl. 18.00.

Góðan Dyst.