Eiðasørir á útvølli.
ÍF - B68 4-2 (2-0)
1-0 Karl Løkin
2-0 Nenad Saric
2-1 Remi Langgaard
3-1 Høgni Zachariassen
4-1 Nenad Saric
4-2 Jonleif Højgaard
Nú er tað triða ári á hesum sinni, at B68 leikar í bestu deildini, og tað tykist sum um, at vit framvegis eru við fyri at læra. Vit gera tey somu mistøkini, ið kosta okkum so nógv, og dysturin í dag var einki undantak. B68 leikar ein hampuligan góðan dyst og stríðast væl, men verða samstundis revsaðir í hinum endanum.
Hettar var samstundis 6. ósigurin í líka nógvum dystum á útivølli í ár, og tað er eisini alt for ússaligt. Tað vóru annars frálík fótbóltslíkndir til fótbólt í Fuglafriði, tá Lars Müller bríkslaði dystin í gongd, eisini var fitt av áskoðarum at síggja kring vøllin.
At byrja við leikaði javnt á, har bæði liðini stríddust væl og royndu at spæla fótbólt. B68 var eitt sindur omaná, men ikki teir heilt stóru møguleikarnir. Tá eitt korter er leikt fær ÍF fríspark úti í vinstru síðu, eftir at B68 leikari hevur gjørt eitt tápuligt fríspark. Karl Løkin verður settur at skjóta, og hóast skotið er eftir jørð, fer bólturin ímillum tríggjar verjuleikarar og í málið til 1-0 til ÍF, og tað er bara ikki gott nokk.
B68 roynir at svara aftur beinavegin, og stutt seinni sendir Óli ein góðan bóltin fram í ÍF brotsteigin, har Ndende er púra fríur, men úr 5 metrum megnar hann kortini ikki, at skora. Eftir hettar royna B68 at trýsta, meðan ÍF satsa uppá kontra, nakað teir eisini vóru vandamiklir uppá. Tá 24 minuttir eru leiktir missa B68 bóltin og Øssur Dalbú fær fatur á honum, og spælir víðari til ein púra frían Nenad Saric, og tá verjuleikararnir hjá B68 ikki ansaðu eftir honum, var nemt at skora til 2-0.
B68 leikararnir virkaðu eitt sindur ørkymlaðir av hesum, og ÍF hevði møguleikar, at økja um leiðsluna, men tað bleiv við 2-0. Men B68 leikararnir góvu ikki upp og herjaðu á aftur, men komu kortini ikki til teir heilt stóru møguleikarnar. Ndende hevði eitt gott skot úr 20 metrum, men framvið málinum.
Tá 36 minuttir vóru leiktir vóru vit vitni til eina nokkso nógv umtalaða hending; Ein langur bóltur verður sendur fram á ÍF hálvuna, har ein ÍF leikari roynir at stúta burtur, men stútar bóltin aftur um ÍF verjuna. Jóan Petur blívur leysur og skorar, men eftir at hava hugsa seg um eina løtu, veitrar linjuverjin fyri rangstøðu. Ein sera løgin avgerð, tí Jóhan Petur var ikki innanfyri fyrrenn ÍF leikarin stútaði bóltin.
Í seinna hálvleiki er gongdin hin sama, men í 6. minutti er Øssur uppá spæl í vinstru síðu, sendir bóltin fram í brotsteigin, har Ndende tekur ímóti, og spælir viðari til Remi, og hann skorar til 1-2. Minuttin seinni missa ÍF í uppspælinum, og so gongur skjótt hinvegin, har bólturin verður sendur fram til Óla, ið spælir Jóhan Petur frían, men tíverri ansaði Jóhan Petur ikki nóg væl eftir og var rangstaddur.
B68 vóru nú veruliga omaná, men tá 10 minuttir eru leiktir, kontrar ÍF, har Poul kemur ímillum, men ístaðin fyri at taka tað róligt, smekkar hann bóltin vekk, men rakar bóltin so mikið illa, at tað endar við horna. Hornasparki verður sent innfyri, har Kaj Ennigarð við handaru stong, er hægstur og stútar bóltin inní 5 meturin, har Høgni Zachariassen umringaður av 5 verjuleikararum megnar at stúta bóltin í málið til 3-1. So skjótt kann tað ganga báðar vegir.
B68 góvu kortini ikki uppat at stríðast, og hóast Keita var skiftur inn, kom ikki tað heiltstóra burturúr. Tá ið so seinni hálvleikur er hálvrunnin, missir Ndende bóltin til ÍF'ara sum sendir fram til kvika Dánjal á Lakjuni. Komin fram ímóti brotsteiginum, spælir Dánjal tvørtur um til ein væl-leikandi Nenad Saric, og hóast hann er umringaður av 4 B68 leikararum, fær hann skot á, og bólturin situr í málinum, heilt úti við stongina til 4-1.
Tá hálvur tími er leiktur verður Jonleif Højgaard skiftur inn, og minuttin seinni fær hann fatur á bóltinum miðskeiðis á ÍF hálvuni, rekur fram ímóti brotsteignum, og smekkar til úr 30 metrum og bólturin situr í málinum til 4-2. B68 royndu tað sum var eftir av dystinum, at koma til møguleikar, men tað bleiv ongatíð veruliga vandamikið. Hinvegin høvdu fuglfirðingar nakrar møguleikar uppá kontra, ið saktans kundi givið teimum okkurt mál afturat.
Dysturin endaði sostatt 4-2 til ÍF, og man skal sjálvandi einki taka frá teimum, teir stríddust eisini væl, og gjørdu eisini sítt fyri at vinna dystin, sum teir eisini vunnu fult uppiborið. ÍF á 4. plássinum, liggja nú 9 stig frammanfyri B68 og tað verður meiri enn torført at fáa teir aftur, men einki er ómøguligt. Men vit verða fyrst noyddir at sleppa burtur av vandaleið.
Sunnudagin skal B68 aftur í eldin, tá FC Suðuroy vitjar á Svangaskarði, og tá er ein sigur sjálvandi eitt krav. Men tað er bara ikki at siga tað so, tí B68 hevur enn ongantíð megna at vunnið á teimum.
Koyr á B68
Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen (Ahmed Keita 65.), Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Niklas Joensen - Óli Olsen, Ndende Adama Gueye, Eli Simonsen, Øssur Hansen (Jonleif Højgaard 74.) - Remi Langgaard (Oddur Højgaard 70.) Jóhan Petur Poulsen.











