Ein B68´ari á U17-landsliðinum

 - Hetta verður ein øgiliga stór avbjóðing. Vit skulu spæla ímóti Kýpros, Írlandi og Slovakia, og tey hava øll rættuliga sterk ungdómslandslið. Men vit trúgva veruliga uppá møguleikan, og vit fara sjálvandi eftir honum, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
 
Í døgunum 11. til 21. mars fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum at taka lut í Úrvalskapping (Elite Round) í Larnaca á Kýpros. Úrvalskappingin er kapping fyri lond, sum hava spælt seg víðari úr innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini.
 
Føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú góðar tvær vikur undan fráferð, hava venjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru úttiknir til kappingina á Kýpros.
 
Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB
 
Verjuleikarar
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gundur Ellingsgaard Petersen, Valur (ICE)
Fróði Pætursson Rasmussen, B36
Jógvan Petersen, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur

Andrias Edmundsson, B68
Sveinur Lava Olsen, HB
 
Miðvallarar
Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur
Magnus Holm Jacobsen, B36
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)
Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Stefan Radosavljevic, TB
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)
Símun Sólheim, HB
 
Framherjar
Tórur Jacobsen, KÍ
Steffan A. Løkin, NSÍ
 
Skráin
15. mars: Føroyar - Írland
17. mars: Føroyar - Kýpros

20. mars: Føroyar - Slovakia


Greinin er frá FSF