Eitt stig rætta vegin.
B68 - EB/Streymur 1-1 (1-1)
43. 0-1 Daniel Udsen (br.)
45. 1-1 Ndende Adama Gueye
B68 hevði í kvøld vitjan av EB/Streymi, ið hava verið sera væl-leikandi her í seinnu hálvu, har teir m.a. hava vunnið steypakappingina við einum 1-0 sigri á ÍF. B68 fekk eitt fitt hol uppá 8 stig niður til niðurflytingarstrikuna, eftir at B68 seinast vann 2-1 á Argjum ímóti AB. Skuldi EB/Streymur henga í oddaliðnum NSÍ, og skal B68 fáa samband aftur við liðini omanfyri, var 3 stig mest sum eitt krav til bæði liðini.
Tað vóru fitt av fólki á Svangaskarði, tá Eiler Rasmussen bríkslaði dystin í gongd, men útsýni hjá teimum var eitt sindur darva av nógva mørkanum. Men lat tað bara verða sagt beinavegin, at dysturin endaði við javnleiki 1-1, har bæði málini komu seint í fyrra hálvleiki. At byrja við, sá tað út til, at gerast ein spennadi og undirhalandi dystur, har bæði liðini stríddust væl, og komu eisini fram til nakrar naskar royndir, men illa gekst at fáa bóltin í málið.
Sum tíðin gekk í fyrra hálvleiki var B68 leikliga omaná, men tað gekk sera illa, at skapa teir heilt stóru møguleikarnar. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki, hendi tað, at Oddur hjá B68 og Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi lupu upp, at skalla bóltin, men raktu hvønn annan ístaðin. Báðir fóru av bløðandi av vøllinum, har tað gekk verri útyvir Arnbjørn ið var sendur á Landsjúkrahúsið við sjúkrabili, men sum vit skilja hevur hann helst einki brotið,
Ímóti endanum av fyrra hálvleiki var tað EB/Streymur, ið vóru omaná, har teir eisini fingu ein góðan møguleika, tá teir spældu bóltin inn um B68 verjuna. Hans Pauli Samuelsen gjørdist leysur og lobbaði bóltin upp um Petur Meinhard í B68 málinum, men á sjálvari mál strikuni fekk ein B68 leikari bóltin burtur. Tá tveir minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, fingu EB/Streymur brotsspark, tá dómarin metti, at Ndende hevði hildi í Sorin Anghel. Daniel Udsen var settur, at skjóta og hann skoraði trygt til 1-0 til EB/Streym.
Dómarin legði tríggjar minuttir afturat, og tá tveir av teimum vóru leiktir, var ein langur bóltur sendur fram í vinstru síðu. Keita fekk fatur á bóltinum og sendi væl innfyri, og har var Ndende hægstur og stútaði bóltin í málið til 1-1, eitt sera vakurt mál. Tað var eisini tað seinasta, ið hendi í ein sera javnum og til tíðir eisini væl leiktum fyrra hálvleki.
At byrja við í seinna hálvleiki, vóru tað EB/Streymur, ið vóru klárt omaná, har teir eisini trýstu B68 langt aftur á vøllin, men teir høvdu tað torført, at skapa teir heilt stóru møguleikarnar. Tá 57 minuttir vóru leiktir fingu teir tó ein stóran møguleika, tá teir fingu bóltin í gávu frá Jóhan Dávuri. Tríggir ímóti einum megnaðu teir heldigvís fyri B68, at skjóta bóltin á tvørtræði, og meir spurdis ikki brutur úr tí.
Tá EB/Streymur ikki veruliga megnaðu, at skapa teir heilt stóru møguleikarnar, royndu teir seg ístaðin við langum sendingum, men tá vóru teir stóru Risarnir í B68 verjuni fyri teimum og fingu bóltin burtur. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Petur Meinhard eina fiburspreinging ella tægraslit sum tað kallst á føroyskum, og so var Vlada aftur, at síggja í B68 málinum. Sum tað leið út í seinna hálvleiki kom B68 betur við, men tað gekk heldur ikki so væl, at skapa møguleikar, har EB/Streyma verjan eisini var fyri.
Dysturin endaði sostatt við javnleiki 1-1, og eitt stig í part. Sæð útyvir allan dystin, var javnleikur eisini á góðari leið, hóast EB/Streymur kanska var meiri omaná í seinna hálvleiki enn hvat B68 var. Men tað eru also málini, ið telja og tá man ikki megnar, at skapa tað heilt stóra, hevur man heldur ikki uppiborið at vinna. B68 leikararnir skulu hava rós fyri ein sera góðan innsats, hóast spælið ikki var tað besta, men tað var eisini eitt sera gott og sterkt lið, ið B68 møtti í kvøld.
Komandi dystur hjá B68 verður sunnudagin, tá HB tekur ímóti í Gundadali. Annars verða myndir frá dystinum at síggja á heimsíðuni í morgin.
Koyr á B68.
B68
Petur Meinhard Magnussen (Vlada Filipovic 63.) - Niklas Joensen, Oddur Højgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Øssur Hansen (Jonleif Højgaard 77.) - Jóhan Petur Poulsen, Ndende Adama Gueye, Remi Langgaard, Pól Jóhannus Justinussen - Kristian Anton Andreassen, Ahmed Keita.
Áðrenn dystin fekk vágingurin hjá B68 Poul N. Poulsen handa blómutyssi, nú hann hevur takka fyri seg, og ferð niður í skúla. Herfrá takka vit honum fyri hansara tíð, og ynskja honum alt tað besta framyvir.











