Fara undir seinnu hálvu sum oddalið
Tad hevur gingið avbera gott hjá flogbóltskvinnunum hjá B68 í fyrru hálvu í 1. Deild. Tær taptu tó fyrsta dystin sum var á útivølli í móti Drátti, ið eru heimahoyrandi í Sandavági og Miðvági. Men teir næstu 6 dystirnar vann B68 allar, og liggja tí einasmallar á odda.
Um tað eydnast B68, at vinna 1. Deild, skulu tær leika um uppflyting ímóti niðasta liðnum í bestu deildini, sum kallast Eik Ligan. Tað liði sum er aftast har er eitt ungt KÍF lið, og tað verða helst tær, ið eisini koma at enda aftast.
Men tað er sera tætt í 1. Deild, og tí er einki at ivast í, at tað koma at verða nakrir sera spennandi dystir, ið B68 kemur at leika. Fyrr skrivaðu vit, at Maja Filipovic leikar fyri B68, men tað ger hon tíverri ikki meir.
Tað ljóðar eisini, at KÍF a í 1. Deild, hava veruliga styrkt um teirra lið, tí um tað eydnast teimum, at enda frammanfyri B68, verður eingin uppflytingar dystur.
Sambart leikskránni hjá Flogbóltssamband Føroya, byrjar kappingin aftur í morgin - Mikudagin - og tá fær B68 vitja av Drátti. Dysturin verður leiktur kl. 18.30 í Fimleikahøllini í Tofta Skúla.
Støðan í 1. Deild
1. B68 12
2. Dráttur 10
3. Fleyr a 10
4. KÍF a 10
5. Mjølnir 8
6. KÍF b 4
7. SÍ 2
8. Fleyr b 0
Koyr á B68











