Fiskimaðurin er vorðin Landkrabbi
Óli H. Olsen hevur í dag undirskriva ein nýggjan 2 ára sáttmála við B68, og nú hava 16 leikarar sáttmála við B68 fyri komandi ár, har fleiri av teimum hava 2 ára sáttmála.
Tey seinastu árini hevur Óli verið fiskimaður, og ímillum túrarnar hevur hann leikt fótbólt við B68, og fyri tað nógva við næst-besta liðnum. Tað sama var galdandi í ár, har Óli eisini fekk møguleikan á besta B68 liðnum, og tað gekk so mikið væl, at Óli valdi at satsa fult uppá fótbóiltin.
Í 5. umfari var B68 á vitjan hjá NSÍ, har støðan var 2-1 til vertirnar, tá Óli H. Olsen var skiftur inn, og stutt seinni skoraði hann til endaliga úrslitið 2-2. Síðani 7. umfar var Óli hvørjaferð ímillum teir fyrstu 11, og hann skoraði tilsamans 6 mál, har 2 vóru uppá brotsspark.
Bæði Óli H. Olsen og nevndin hjá B68 eru fegin um nýggja sáttmálan, og sýggja fram til eina spennandi kapping komandi ár.
Koyr á B68.











