Flogbóltskvinnurnar stóðu seg væl í Klaksvík
Um vikuskiftið verður árliga Mjølnir kappingin leikt í Klaksvík, har vinnarin fær atgongd til steypafinalurnar. Avtí at kvinnurnar hjá SÍ, longu hava leikt seg í finaluna, vóru tær ikki við í kappingini. Ístaðin var tað 1. Deildarliðið hjá B68, sum leikti ímóti hinum liðunum í bestu deildini, ið kallast fyri Eik ligan.
B68 vóru í bólki saman við TB, Fleyr og KÍF. Vanligvís leikar man til annað liðið hevur vunnið trý sett, men av tí at so nógvir dystir eru á skránni, verður tað bara leikt til annað liðið hevur vunnið tvey sett.
Fyrstu dysturin var ímóti einum sera vælleikandi TB liðið, sum eisini vann ein greiðan sigur á einum heldur nervøsum B68 liði. TB vann dystin 2-0, settmunurin var 25-7 og 25-9. Annar dysturin var ímóti Fleyr, og her gekk nógv betri hjá B68. Tað var tó Fleyr sum vann dystin 2-0, har settmunurin var 25-15 og 25-20.
Triði og seinasti dysturin var ímóti unga KÍF liðnum, sum enn ongan dyst hevur vunnið í bestu deildini. B68 var eisini greitt omaná og vann dystin 2-0, har settmunurin 25-9 og 25-13. Eitt sera flott úrslit, tí megnar B68 at vinna 1. Deild, skulu tær helst leika ímóti júst KÍF, um uppflyting til bestu deildina.
Mikukvøldið leikti B68 ímóti Drátti í 1. deild og B68 vann dystin 3-1, og sambart leikskránni hjá Flogbóltssambandinum, skal B68 í eldin aftur longu mikukvøldið kl. 20.00, tá KÍF a, tekur ímóti í Kollafirði. Hettar kemur uttan iva, at verða ein spennandi dystur, tí sum vit skilja á lagnum, er hettar KÍF liðið væl manna við fleiri góðum veteranum, og hettar liði skal eisini verða nógv betri enn unga KÍF liðið, sum B68 vann á í gjár.
Herfrá skulu vit ynskja B68 góða eydnu við dystinum í Kollafirði.
Tær sum leika við B68 eru hesar:
Mary Ann Isaksen, Maibritt Olsen, Herbjørg Jøkladal, Harda Skoradal, Sóley Philbrow Trolais, Jana Hjalgrímsdóttir Poulsen, Ingunn Jacobsen og Katrin Olsen
Koyr á B68
Savnsmynd











