Flogbóltskvinnurnar taptu oddadystin

Í farnu viku leiktu flogbóltskvinnurnar hjá B68 oddadyst á utivølli ímóti Fleyr A, sum undan dystinum vóru tvey stig aftanfyri B68. Fyrri dysturin ímillum hesi bæði liðini, sum var leiktur á Toftum, endaði við einum greiðum 3-0 sigri til B68.

Men líka sum U21 reglan í fótbólti, er U19 reglan galdandi í flogbólti. Tað høvdu Fleyr kvinnurnar eisini valt at brúka, tí fleiri av leikararunum hjá Fleyr í bestu deildini, eru 19 ár ella yngri. Tí gjørdist tað eisini ein sera javnur og spennandi dystur, har Fleyr vann tvey tey fyrstu settini; 25-15 og 25-22. B68 svaraði aftur og vann tey bæði næstu settini; 25-18 og 25-22, men fimta og avgerandi setti vann Fleyr 15-13, og harvið vunnu tær eisini dystin 3-2.

Støðan er nú tann, at Fleyr og B68 hava 14 stig, men Fleyr hevur vunnið eitt sett meiri enn B68, og liggja tí á odda. B68 er betri enn Fleyr innanhýsis, men um tann reglan er galdandi í flogbólti duga vit ikki at svara uppá. Um tað nú skuldi hent seg, at B68 endar sum nr. 2, skulu tær kortini leika uppflytingardyst ímóti allarhelst KÍF.

Men tað er kortini óvist um tann dysturin verður veruleiki; Í bestu deildini eru 7 lið, og sambart formanninum í flogbóltssambandinum - Magnus Tausen - er tað ynskiligt, at EIK ligan skal hava 8 lið. Tað vóru orðini hjá honum í 3-2 herfyri, tá eitt lítið innslag var um flogbóltskvinnurnar hjá B68 í Mjønlir Cup.

Men sambart forkvinnuni hjá B68 - Katrin Olsen - er tað nú ikki heilt víst, at tær fara at taka av, um tær fáa henda møguleika. Málsetningurin var at flyta upp í bestu deildini innan 6 ár, og tí skulu tær eisini verða heilt vísar í, at tær eru tilreiðar, at leika í EIK liguni. Men tað ferð so tíðin at vísa.

Komandi dystur hjá B68 verður mikudagin 24. februar, tá Mjølnir tekur ímóti í Klaksvík.

Koyr á B68.