
Formula: B68 - HB 0-0
Umsíðir fekk B68 sítt fyrsta stig í landskappingini í ár, og lítil ivi er um, at stigið var fult uppiborið, eftir málleysa dystin ímóti oddaliðnum HB í dag. Hóast veðrið var vánaligt bæði í gjár og í nátt, so var veðrið av tí allar fagrasta, tá Jens Petur Brattalíð bríkslaði dystin í gongd. Tað var eisini fitt av fólki komið til dystin í dag, ikki bara úr Nes Kommunu, men eisini úr Havn.
Bæði liðini byrjaðu dystin eitt sindur varliga, tey skuldu fyrst líka síggja hvar tey høvdu hvønn annan. Longu í 7. minutti fór Jacob Bymar av vøllinum við skaða, og inn fyri hann kom ein sera væl leikandi Jóan Símun Edmundsson. Tað mundi ganga eitt gott korter, áðrenn vit sóu tann fyrsta veruliga møguleikan í dystinum; Eitt HB innlegg úr vinstru endaði við, at Vlada Filipovic, beindi skotinum frá Andrew av Fløtum út til horna. Eftirfylgandi hornasparkið, stútaði Christian Høgni Jacobsen beint oman fyri B68 málið. Minuttin seinni var B68 í einum skjótálopi, og tað endaði við at Kristian Anthon Andreasen skjeyt bóltin omanfyri.
Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin fekk HB sín størsta møguleika í fyrra hálvleiki. Teir spældu seg væl ígjøgnum í vinstru síðu, har teir sendu bóltin innfyri til Christian Høgna Jacobsen, sum royndi seg við skoti, men Vlada Filipovic stórbjargaði út til horna. Hesa løtuna royndi HB seg nógv við langum bóltum fram til Andrew av Fløtum og Christian Høgna, men tað endaði sum oftast við, at teir báðir vóru rangstaddir, ella at bólturin fór út til horna. HB fekk eisini rættuliga nógv hornaspørk í fyrra hálvleik, men heldigvís fyri B68 so spurdist einki burtur úr teimum.
Tá umleið 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki fekk B68 eitt fríspark beint uttan fyri HB brotsteigin; Badara Diedhou var settur at skjóta, men hann skjeyt bóltin omanfyri málið. Besta møguleikan hjá B68 í fyrra hálvleiki fekk Jóan Símun Edmundsson, tá hann vann bóltin á miðvøllini, sneiddi nakrar HB'arar av, áðrenn hann royndi seg við skotið, men omanfyri HB málið. Síðsta møguleikan í fyrra hálvleiki fekk Andrew av Fløtum hjá HB, tá hann stútaði eitt hornaspark omanfyri B68 málið.
Stutt er at siga um fyrra hálvleik, at hann var javnur, men HB hevði bóltin meir, og komu eisini fram til fleiri mál møguleikar enn B68 gjørdi. Hinvegin virkaðu HB'ararnir eitt sindur frustreraðir, og brúktu nógva orku uppá, at rópa eftir dómarinum, tá tað ikki gekk sum teir ætlaðu.
Seinni hálvleikur byrjaði líka sum fyrri, har HB hevði bóltin meir, og Andrew av Fløtum fekk eisini beinavegin tveir hampuliga møguleikar, men hettar var ikki hansara dagur, og einki spurdist burtur úr. Sum seinni hálvleikur leið, so tók B68 meiri og meiri yvir og spældu seg fram til fleiri góðar møguleikar, men tað manglaði líka tað síðsta. Tíðliga í seinna hálvleiki var Kristian Anthon sendur avstað í høgru síðu, men í staðin fyri at spæla tvørtur um til ein fríðan Keita, so royndi hann seg sjálvur, men Tróndur Vatnhamar stóð í vegin.
Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin fekk B68 sín størsta møguleika í dystinum, tá Ameth Keita var spældur fríður, men Tróndur Vatnhamar kom sera væl út úr HB málinum og vardi fyri. Minuttin seinni fekk Jóan Símun Edmundsson ein góðan møguleika, men aftur hesaferð var Tróndur Vatnhamar í vegin. 4 minuttir seinni var Kristian Anthon Andreasen spældur fríður úti í høgru síðu í HB brotsteiginum, og hóast hann hevði góða tíð at reka longur inn í brotsteigin ella spæla tvørtur um, so smekkaði hann til beinavegin, men omanfyri málið. B68 fekk enn ein góðan møguleika, men ein einaferð stóð Tróndur Vatnhamar í vegin fyri skotinum frá Ameth Keita.
Tað var sera litið man sá til HB, tann síðsta hálvan tíman av dystinum, men tað einu ferðina var innskifti Hendrik Rubeksen, um at gerast leysur, men verjan hjá B68 vardi út til horna. Eftirfylgjandi hornasparkið endaði við at bólturin ferðaðist aftur og fram inni í brotsteiginum, uttan at nakar HB'ari fekk skot á, men tíbetur fekk B68 bóltin út til nýtt hornaspark, sum einki spurdist burtur úr.
Hóast B68 var nógv tað betra liði í seinna hálvleiki, og meiri enn so kundu fingið okkurt mál, so vóru bæði leikarar og viðhaldsfólk hjá B68 sera glað, tá Jens Petur Brattalíð bríkslaði fyri seinastu ferð. Endiliga er fyrsta stigi komið í hús, og endiliga skulu vit teir næstu dystirnar, møta liðum sum liggja lægri á stigartalvuni, men fyri tað skulu vit ikki taka nakað fyri givið. Men tað er einki at ivast í, at innsatsurin hjá B68 var góður í dag, har allir leikararnir leiktu upp til sítt besta, og vit gleða okkum øll longu til mikukvøldið, tá B68 skal yvir um fjørðin at leika ímóti Skála, og tann dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 18.30.
B68
Vlada Filipovic - Niklas Joensen, Arnbjørn Danielsen, Jóhan Dávur Højgaard, Øssur Hansen - Kristian Anthon Andreasen, Jann Ingi Petersen, Ndende Adama Gueye, Badara Diedhiou - Ameth Keita (André Olsen 90.), Jacob Bymar (Jóan Símun Edmundsson 07.).
HB
Tróndur Vatnhamar - Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe (Hans á Lag 84.), Fróði Benjaminsen, Poul Thomas Dam - Kári Nielsen, Milan Kulijc (Ólavur í Ólavsstovu 74.), Rógvi Poulsen (Henrik Rubeksen 74.), Jákup á Borg - Andrew av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen.
Myndirnar hevur Andri Geriðsá tikið, trýst á tær fyri at síggja tær størri.











