Fyrsta stigið á útvølli

Víkingur - B68 0-0

Fríggjadagin var B68 á vitjan hjá Víkingi í Norðragøtu, har seinasti dysturin fyri summarsteðgin var á skránni. Heimasíðuverturin var til arbeiðis, og kund tí ikki verða til dystin, men sum tað ljóðar, var tað ein javnur dystur við fáum møguleikum.

Fyrstu løtuna var tað B68, ið var omaná, men uttan úrslit. Síðani tók Víkingur yvir eina góðan løtu, men teir vóru heldur ikki skarpir nokk. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, var tað B68 sum trýsti, men megnaðu heldur ikki, at fáa nakað mál.

Í seinna hálvleiki, var tað tíðiligt at síggja, at bæði liðini vóru nøgd við javnleiki, og tí hendi ikki tað heilt stóra. Tá tað eru tvey lið, ið hava havt nógvan mótgang, er tað ikki so áhugavert, at fara í summarfrí við ein tapi.

Men dysturin kundi í roynd og veru verið farin báðar vegir; Í yvirtíðini stútaði Ndende eitt frísparksinnlegg frá Øssuri ímóti málinum, men Geza Turi í Víkinga málinum stórbjargaði. Minuttin seinni kom Martin Olsen hjá Víkingi at standa væl fyri, men B68 verjan fekk bóltin burtur.

Hóast B68 leikararnir hildu seg verða nærri sigrinum enn Víkingur var, eru teir kortini væl nøgdir við javnleikin og fyrsta stigi á útvølli í Vodafonedeildini 2010.

B68

Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen, Oddur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur Hansen - Jóhan Petur Poulsen, Ndende Adama Gueye, André Olsen (Eli Simonsen 62.), Remi Langgaard - Óli Olsen, Ahmed Keita.

Koyr á B68