Gentur U14 víðari til FM bólkin
Tað hevur gingið avbera væl hjá Gentum U14 hjá B68, har Helgi Jacobsen er venjari. B68 var í bólki A saman við Víkingi, B36 b og HB b. Víkingur vann bólkinum við 16 stigum, meðan B68 gjørdist nr. 2 við 13 stigum. B36 b fekk eisini 13 stig, og HB b varð aftast við einum stigi. Víkingur og B68 fara tí víðari til FM bólkin.
Kappingin ímillum Víking, B68 og B36 var annars sera jøvn og hørð. Hóast B68 endaði frammanfyri B36, so vann B36 allar tríggjar dystirnar ímóti B68, men B68 hevur betri málmun. Hinvegin vann B68 tveir av trimum dystum, ímóti Víkingi, sum jú vann bólkin, og tað vóru eisini einastu dystir, sum Víkingur tapti.
Umframt B68 og Víking, eru eisini B36 a, Skála, HB a, NSÍ, KÍ a og EB/Streymur komin víðari til FM bólkin. Enn duga vit tó ikki at siga, nær FM bólkurin byrjar.
B68 er eisini komin víðari í steypakppingini, ið nevnist Eilif Arge Steypið, eitt steyp sum B68 vann fyri tveimum árðum síðani. Seinasta vikuskiftið, var 1. Umfar á skránni, har B68 var á vitjan í Sørvági hjá 07 Vesturi. B68 vann ein greiðan 4-0 sigur, og í fjórðingsfinaluni, skal B68 leika ímóti KÍ, og tann dysturin, verður leiktur á Svangaskarði 26 mei.
Koyr á B68














