Genturnar komu niður aftur á jørðina
Smágenturnar hjá B68 sum herfyri vunnu steypakappingina, hava ikki fingið tað byrjan, sum tær høvdu ynskt, uppá kappingina í meistarabólkinum. Leygardagin var 2. umfar á skránni, har HB, ÍF og Víkingur vóru mótstøðuliðini, og leikt var í Norðragøtu.
Fyrsti dysturin var ímóti HB, og hóast B68 leikliga var omaná, megnaðu tær ikki at fáa nakað mál, og tað fekk HB hinvegin, og vann dystin 1-0. Dystirnir ímóti ÍF og Víkingi endaðu báðir við javnleiki 0-0, og her var B68 eisini leikliga omaná, men tað eru máliðini sum telja.
Nú ein triðingur er leiktur av kappingini í Meistaradeildini, liggur B68 á fimta flássi við 5 stigum. Næsta umfar verður ikki fyrrenn aftaná summarferiuna.
Støðan
| 1. | HB | 11 |
| 2. | EB/Streymur | 11 |
| 3. | B36 | 10 |
| 4. | Víkingur | 8 |
| 5. | B68 | 5 |
| 6. | Skála | 3 |
| 7. | KÍ | 2 |
| 8. | ÍF | 0 |
B68 liðið í Norðragøtu
Karin Joensen - Durita Skoradal, Jenny í Stórustovu, Sólfríð Djurhuus, Sigurgunn Danielsen - Hertha Skarhamar, Margunn Lindholm, Tórhild K. Olsen, Bára Hansen - Birna Højgaard, Hilma Mikkelsen, Silja Mikkelsen.











