«2010»Í dag«Mar»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Næsti dystur

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

Spurningar

Hvar á stigatalvuni endar B68 í 2010?

Eldri kanningar

Góð byrjan hjá flogbóltskvinnunum.

Í fjør byrjaði flogbólturin aftur á Toftum, og tað gekk so mikið væl, at kvinnurnar vunnuð 2. deild og fluttu eina deild upp. Málsetningurin hjá Katrini Olsen var, at B68 innan 6 ár skuldi spæla seg upp í bestu deildina, sum kallast Eik-ligan.

Men nú tá ið Sóley Trolais og Maja Filipovic eru komnar afturat, sær tað so mikið gott út, at tær fara eftir at vinna 1. Deild. Vinnarin flytir ikki beinleiðis upp, men skal í staðin leika ímóti tí liðnum, ið endar niðast í Eik-liganini.

Fyrstu dysturin var ímóti Drátti, sum vann ein greiðan 3-0 sigur, men tá var Maja Filipovic ikki við á liðnum, og kvinnurnar vóru heldur ikki nøgdar við dagsformin. Ímóti KÍF a gekk betur og B68 vann 3-1, síðani vunnuð tær ein greiðan 3-0 sigur á KÌF b.

Í dag var Fleyr a, á vitjan hjá á Toftum. Undan dystinum hevði Fleyr vunnuð allar sínar dystir, og tí var rokna við einum jøvnum og spennandi dysti. Men so var ikki, tí B68 vann ein greiðan 3-0 sigur, har sett úrslitini vóru 25-17, 25-14 og 25-16 - Tað var rætt og slætt klassamunur.

Gott at síggja, at kvinnurnar hava fingið so góða byrjan uppá kappingina, nú karmarnir eru so góðir til flogbólt á Toftum. Tað einasta sum er minus við nýggju fimleikahøllini, er at hon eingin áskoðarapláss hevur.

Liðið hjá B68 var soleiðis manna í dag; Mary Ann Isaksen, Maibritt Olsen, Maja Filipovic, Sóley Trolais, Jana Hjalgrímsdóttir Poulsen, Ingunn Jacobsen og Katrin Olsen.

Myndirnar niðan fyri hevur Jóannes N. Poulsen tikið, klikka á fyri at síggja tær størri.










In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.