fjal

Góð byrjan hjá Piltunum

Fyri tveimum árum síðani, skrivaðu smápiltarnir hjá B68 søgu tá teir, sum tað fyrsta B68-liðið nakrantíð, gjørdust Føroyameistarar í einari av yngru deildunum á dreingjasíðuni. Í ár eru teir so allir savnaðir saman aftur, og hesuferð eru teir í Piltadeildini, sum eisini skal leikast á hálvum vølli, og tað er einki at ivast í, at teir fara eftir at "endurvinna" gullið.

Um vikuskifið byrjaði so kappingin hjá teimum og fyrsta umfar var leikt í Leirvík, har mótstøðuliðini vóru ÍF, Víkingur b og NSÍ b. B68 vann eisini allar dystirnar sannførandi við 16-1 í málúrtøku.

Úrslitini hjá B68 vóru annars hesi:

B68 a - ÍF 5-0

1-0 Jann Benjaminsen
2-0 Jann Benjaminsen
3-0 Johannus Hansen
4-0 Jann Benjaminsen
5-0 Jann Benjaminsen

NSÍ b - B68 a 1-8

0-1 Jann Benjaminsen
0-2 Kári Fossdalsá
0-3 Jann Benjaminsen
0-4 Hákun Edmundsson
0-5 Jann Benjaminsen
1-5 NSÍ
1-6 Kári Fossdalsá
1-7 Johannus Hansen
1-8 Jann Benjaminsen

B68 - ÍF 4-0

1-0 Jann Benjaminsen
2-0 Michal Pryzbylski
3-0 Jann Benjaminsen
4-0 Johannus Hansen

B68 liðið

Marius Johannesen, Ari Johannesen, Michal Pryzbylski, Esmar Clementsen, Jann Benjaminsen, Hákun Edmunsson, Johannus Hansen, Kári Fossdalsá, Dávur Hansen. 

Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri.