Gongur væl hjá Old Boys
Leygardagin var Old Boys kapping í Runavík í bólki 3, har næst seinasta umfar í innleiðandi bólkaspælinum var á skránni. Mótstøðuliðini hjá B68 vóru NSÍ, HB b og KÍ. Av tí, at hvørki SÍ ella ÍF møttu til kappingina, vóru tað bara teir tríggir dystirnir hjá B68, ið taldu við í kappingini.
Fyrsti dysturin hjá B68 var ímóti HB b. Hettar gjørdist eisini ein javnur og spennandi dystur, við fleri góðum møguleikum til báðar partar, men tad endaði tó við einum mál-leysum javnleki.
Annar dysturin var ímóti NSÍ, og hesin dysturin var eisini javnur og spennandi og hevði eisini alt tað, ið ein grannadystur skal hava. Men B68 var tó tað stinnara liðið, og vunnu dystin 1-0, við einum máli sum Dávur R. Hansen skoraði.
Triði og seinasti dysturin var ímóti KÍ, og hesin dysturin var júst líka spennandi sum hinir. Aftur hesaferð var B68 omaná og vunnu dystin 1-0, við einum máli sum Edmund Jacobsen skoraði.
Støðan í bólki 3 er tann, at B68 er fremst við 19 stigum, KÍ hevur 15, HB og NSÍ hava 13, SÍ hevur 4, meðan ÍF framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar. KÍ og B68 hava tveir dystir eftir, meðan hini liðini hava tríggjar.
Leygardagin 28. august er seinasta umfar á skránni í bólkaspælinum. Leikt verður í Sørvági, og tá verða SÍ og ÍF mótstøðulið hjá B68.
B68.
Rógvi Jacobsen - Heri Jacobsen, Johannes Danielsen, Edmund Jacobsen - Ingemar Højgaard, Oddmar Andreassen, Jákup Djurhuus - Ingolf Petersen, Dávur R. Hansen.
Koyr á B68
Savnsmynd











