Gongur væl hjá Pól Jóhannusi í Wrexham
Tá Føroyar U21 vunnuð 1-0 á Russlandi, var fyrrvernadi Liverpool leikarin Dean Saunders, sum í dag er venjari hjá Wrexham, ímillum áskoðararnar í Gundadali. Har legði hann til merkis, Risan í verjuni hjá Føroyum, Pól Jóhannus Justinussen úr B68.
Nú tá ið kappingin í Føroyum er av, hevur Dean Saunders bjóða Pól Jóhannusi til royndarvenjing í Wrexham, og tað er í samstarv við Jákupi í Stórustovu. Pól Jóhannus hevur nú verið í Wrexham í eina víku, og tað hevur gingið so mikið væl, at teir hava ynskt at síggja hann eina viku afturat.
Wrexham er ein býur í Wales, men fótbóltsliðið Wrexham FC, leika teirra dystir í Englandi. Í løtuni eru teir at finna í Conference League (5. Deild), og so lágt hava teir ikki ligið í samfull 87 ár. Tí vilja teir gera alt fyri at flyta uppaftur í League Two, sum teir fluttu úr í 2008.
Fyri fáum árum síðani gekk væl hjá Wrexham, sum ofta gjørdu vart við seg í F.A. Cup, men í 2005 tá teir leiktu í League One (3. Deild), mistu teir 10 stig vegna vánaligan roknskap. Tað gjørdi at teir fluttu niður í League Two, og seinni niður í Conference League. Men nú er nýtt fólk komið framat í Wrexham, og Dean Saunders er settur sum venjari til at fáa Wrexham uppaftur.
Herfrá skulu vit ynskja Pól Jóhannusi góða eydnu við royndarvenjingini í Wrexham. Vit royna eisini at finna út av hvussu tað gongur hjá Jóan Símuni Edmundsson, sum royndarvenur í Manchester City.
Koyr á B68











