Ímóti NSÍ í Eysturoyarkappingini
Aftur í ár skipar ÍF fyri Eysturoyarkappingini í fótbólti, og aftur í ár verða tað ÍF, Víkingur, NSÍ og B68 sum koma at dystast.
Í vikuni var lutakast í Fuglafirði, har úrslitið var, at leygardagin 3. mars kl. 15.00, leika B68 og NSÍ, og sama dag kl. 17.00, leika so ÍF og Víkingur.
Dagin eftir kl. 13.00, er so fyrst dysturin um 3. plássið á skránni, og kl. 15.00 verður so sjálv finalan. Leikt verður sjálvandi í Fuglafirði, og tað er ókeypis at síggja dystirnar.
Hettar er annars um somu tíð, at Føroyska A landsliðið í fótbólti, er á venjingarlegu í La Manga, og tí verða Jann Ingi Petersen og Jústinus R. Hansen ikki við á B68 liðnum.
Koyr á B68












