Innandura kapping 11 og 12 feb.
Ì samstarvi við Bank Nordik skipar ungdómsnevndin hjá NSÍ fyri innandura fótbóltskapping í Ìtróttahøllini í Runavík leygardagin 11 februar og sunnudagin 12 februar.
Aldursbólkar:
Pinkur 7-9 ár (f. 2002-04)
Gentur 10-11 ár (f.2000-01)
Smágentur 12-13 ár (f. 1998-99)
Gentur 14-17 ár (f. 1994-97)
Pinkulingar 6-7 ár (f.2004-05)
Smápiltar 8-9 ár (f.2002-03)
Piltar 10-11 ár (f.2000-01)
Smádreingir 12-13 ár (f.1998-99)
Dreingir 14-16 ár (f. 1996-97)
Unglingar 17-18 ár (f 1994-95)
Við liðunum g.14-17 ár, dreingir 14-16 ár og unglingar eru 4 leikarar, málverji íroknaður. Við hinum liðunum leika 5 leikarar, málverji íroknaður.
Loyvt er at hava ein skiftisleikara á hvørjum liði. Liðini skulu hava egin nøvn, ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.
Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki
Tilmelding á telefon 779096, 270207, ella á teldupost til egilo@olivant.fo
í seinasta lagi hósdagin 9 februar kl. 19.00
Kostnaður fyri hvørt liðið er 300 kr.
Sí heimasíðu felagsins www.nsi.fo
Stuðul: BANK NORDIK











