Innbjóðing til B1-venjaraskeið

Tvey B1-venjaraskeið verða fyrst í komandi ári. Skeiðini verða 22.-24. januar og 5.-7. februar. Fyrra skeiðið er tó einans fyri kvinnur. Skeiðini verða hildin í FSF-húsinum.

B1 er byrjunarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum. Tað er tó eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum, eitt nú við venjing av teimum yngru leikarunum. Les meir um skeiðini í innbjóðingunum niðanfyri.

B68 heitir á foreldur, sum kundu hugsað sær at tikið eina hond í við at venja yngru liðini hjá felagnum, um at gera vart við seg. At fara á venjaraskeið eitt vikuskifti er sera læruríkt og gevur góðan førleika til at vera við til at venja yngru liðini.

At fara á venjaraskeið merkir ikki, at man skal vera “høvuðsvenjari” hjá nøkrum liði. Vit hava nógv brúk fyri foreldrum ella øðrum, sum kunnu vera hjálparvenjarar ella sum kunnu vera við av og á, tá liðini venja. Til tess krevst ikki tann stóri fótbóltskunnleikin, so eingin skal halda seg aftur av teirri orsøk.

Minnist til, at uttan tykkara hjálp kann felagið ikki halda hjólini malandi.

B68 rindar kostnaðin fyri tey, sum fara á venjaraskeið. Áhugaði kunnu fáa meir at vita ella melda til luttøku á skeiðnum við at senda teldupost til johnleif@hotmail.com ella ringja ella smsa til samskiparan Johnleif, tlf. 595059.

Á heimasíðuni http://www.fsf.fo/ sæst meira um venjaraskeiðið.