Innbjóðing til FSF dómaraskeið.
Í døgunum 26.-27. mars skipar FSF fyri einum Dómaraskeiðið við próvtøku. Skeiðið verður í FSF-húsininum í Tórshavn. Skeiðsleiðarar vera , Niklas á Líðarenda, Jógvan Jensen, Lassin Isaksen og Tummas P. Olsen.
Endamál/innihald: Skeiðið hevur til endamáls, at fyrireika teg til dómarapróvtøkuna, og tá ið tú hevur staðið próvtøkuna, verður tú ein partur av dómarahópinum hjá FSF, og títt arbeiðið sum FSF-dómari kann byrja.
Tíð og staður: Útbúgvingin tekur 15 tímar, og fer fram í FSF-húsinum, 26.-27. mars 2010.
Útbúgvingin gevur frálæru í:
Dómarin:
- Fótbóltslógin, 17§´ir sum eru deild í fýra høvusevni
- Byrjan (seta í gongd)
- Rangstøða
- Fríspark
- Málmaðurin
- Tekn/tekngeving (Dómari)
- Fyrisiting ( Dómaraseðil vm.)
HD-dómari 1.
- Hvat skal veitrast fyri og hvussu.
- Tekn og kropsmál
- Tulking av rangstøðu. (video/DVD)
- Útskifting
Felags
- Verklig undirvísing á vøllinum/samstarv
- Upphiting
- Próvtøka
Førleikar: FSF dómari kann døma ungdómsdeildir, 3.deild, 2.deild og Kvinnudeildina.
Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Fyrimunur er um næmingurin hevur tikið grundskeiðið “Dómarin”, tað er tó ikki ein treyt..
Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 1.000. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar, kostarhald og evt. gisting í FSF húsinum.
At hava við: Tað er neyðugt at hava venjingarbúna og uttandura skógvar við. FSF letur lógbók á føroyskum ella enskum og skriviamboð.
Tilmelding: Áhugaði eiga at
Tilmeldingarfreistin er úti mánadagin 16. mars 2010.
Um nakar frá B68 hevur huga at tegna seg, kann viðkomandi seta seg í samband við Johnleif Gerðisá telf. 595059
Skeiði kostar, men tað betalur B68 um tú umboðar felagið.










