Italia á Svangaskarði?
Í dag hevur verið lutakast til EM 2012 sum verður leikt í Pólandi, og Ukraina. Føroyar eru komnir í Bólk C, har mótstøðuliðini eru Italia, Serbia, Norður Írland, Estland og Slovenia.
Ein sera torførur bólkur, tí Italia, Serbia og Slovenia verða øll við til HM í Suður Afrika, umframt at Norður Írland hava tikið seg nógv fram tey seinnu árini.
Føroyar hava verið í bólki saman við teimum øllum fyrr, og tvær ferðir hava vit fingið stig. Í 1990 nakað aftaná sigurin á Eysturríki í Landskrona, leiktu Føroyar javnleik 1-1 á útivølli ímóti Norður Írlandi, málið hjá Føroyum stútaði Kári Reynheim.
Og hvør minnist ikki minniliga 2-2 javnleikin á Svangaskarði ímóti Slovenia, tá Øssur Hansen í yvirtíðini javnaði til 2-2 við einum sera vøkrum frísparki.
Spurningurin er so sjálvandi um vit koma, at síggja nakrar av dystunum á Svangaskarði? Italia hevði sjálvandi verði ein áhugaverdur mótstandari, og tað sama kan man siga um Estland og Norður Írland.
Men tað er also upp til FSF og kanska eisini Brian Kerr at avgera, hvar dystirnir skulu leikast.
Koyr á Føroyar.










