Jan Joensen nýggjur í nevndini

Í kvøld var ársaðalfundurin hjá Tofta Ítróttarfelag. Nevndarlimirnir Sámal Olsen og Eyðbjørn Hansen, stóðu fyri vali, og av teimum báðum, ynsksti bara Sámal Olsen, at stilla uppaftur. Nýggjur í nevdina fyri Eyðbjørn Hansen, er Jan Joensen valdur.

Rannvá í Túni og Birgit Højgaard stillaðu ikki uppaftur sum eykalimir, og tí vóru Høgni Petersen og Súsan Johannesen vald sum nýggir eykalimir.

Tofta Ítróttarfelag takkar Eyðbjørni, Rannvu og Birgit fyri gott samstarv, og vilja samstundis ynskja Jan, Høgna og Súsan vælkomnan og góðu eydnu við nevndararbeiðinum í Tofta ítróttarfelag.

Nevndin hjá B68 sær nú soleiðis út; Jógvan Højgaard, Ólavur Jensen, Sámal Olsen, Jan Petersen og Jan Joensen, meðan Høgni Petersen og Súsan Johannesen eru eykalimir.

Koyr á B68.