Javnleikur í fyrsta dystinum á nýggja vøllinum
Fyri øll tey Reyðu, føldist tað mest sum eitt tap, tá TB í seinast minutti, javnaði til 1-1, í fyrsta dystinum á nýggja graslíksvøllinum á Svangaskarði. Samstundis sum dysturin varð leiktur, var undirritaði til arbeiðis, og tí kemur sum so, heldur eingin dystarfrásøgn.
Tað ljóðar kortini av Svangaskarði, at B68 var greitt omaná í fyrra hálvleiki, har Jann Ingi Petersen var við aftur. Jann Ingi Petersen var kortini skiftur út í hálvleikinum. Málið hjá B68 kom eftir 32 minuttir, tá Jónleif Højgaard úr spíksum, royndi seg við skoti. Ein TB leikari bjargaði á málstrikui, men fekk ikki bóltin burtur, og har var Ndende vakin, og skoraði til 1-0 til B68.
Í seinna hálvleiki, var tað TB sum var leikliga greitt omaná, men tað gekk kortini illa hjá teimum, at fáa bóltin í málið. Tá so 90 minuttir vóru leiktir, fekk TB fríspark beint uttanfyri B68 brotsteigin. Gilli Sørensen varð settur at skjóta, og hann skjeyt bóltin beinleiðis í málið til 1-1, eitt sera gott mál, verður sagt av Svangaskarði.
B68 royndi at trýsta tað sum var eftir av yvirtíðin, men tað eydnaðist ikki, at fáa bóltin í málið, og dysturin endaði sostatt við javnleiki 1-1. Tað vil samstundis siga, at B68 er tvey stig frá niðurflytingar-strikuni, nú summarsteðgur verður í tríggjar vikur.
Fyrsti dystur eftir summarsteðgin, verður eisini á Svangaskarði, har hitt suðuroyar-liðið, FC Suðuroy, kemur á vitjan. Ímóti TB fingu bæði Jóhan Dávur Højgaard og Christian Høgni Jacobsen gult kort, og tí verða teir leikbannaðir komandi dyst.
B68 - TB 1-1 (1-0)
32. 1-0 Ndende Adama Gueye
90. 1-1 Gilli Sørensen
B68
Hans Jørgensen - Dánjal Pauli Højgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Einar Hansen - Jonleif Højgaard (Kristian Anton Andreassen 71.), Jann Ingi Petersen (André Olsen 46.), Ndende Adama Gueye, Remi Langaard (Ahmed Keita 66.) - Christian Høgni Jacobsen, Óli Olsen.
Koyr á B68













