fjal

Javnleikur í fyrsta venjingardystinum

Fyrrapartin leygardagin, var fyrsti venjingardysturin hjá B68 á skránni, tá EB/Streymur var á vitjan á Svangaskarði. Dysturin endaðið við javnleiki 2-2, eftir at B68 hevði verið á odda 2-0 til bara 5 minuttir vóru eftir at leika.

B68 leikti annars ein góðan dyst, og serliga í fyrra hálvleiki, var B68 greitt omaná. Støðan í hálvleikinum var 1-0 til B68 við einum máli sum André Olsen skoraði eftir, at Jonleif Højgaard hevði brotið ígjøgnum í høgra borði.

Í seinna hálvleiki kom EB/Streymur betur við, men B68 var kortini omaná. Miðskeiðis í seinna hálvleiki, tekur Jann Ingi Petersen eitt horna, sum Oddur Højgaard skorar uppá til 2-0 til B68. Í teimum seinastu 5 minuttinum, fekk EB/Streymur 2 mál, soleiðis, at tað endaði javnt 2-2.

Lið uppstillingin hjá B68 var annars soleiðis:

Hans Jørgensen – Dánjal Pauli Højgaard, Oddur Højgaard, Niklas Joensen, Einar Hansen – Jonleif Højgaard, Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, André Olsen – Henning Joensen, Emanuel Ukpai.

Ímóti endanum av dystinum, vóru Bjarki Johannesen, Haraldur R. Højgaard og Hákun Edmundsson skiftir inn. Tá kappingin byrjar í mars, hevur Hákun aldur at leika í vaksnamannadeildini.

Ndende Adama Gueye, Kristian Anton Andreassen, Jóhan Dávur Højgaard og Remi Langgard vóru ikki við í gjár, og so eru Ahmed Keita og Ibrahima Camara ikki tøkir fyrrenn í seinnu hálvu.

Eftir ætlan er venjingardystur nr.2 á skránni leygardagin, har Víkingur tekur ímóti.

Koyr á B68