Jóan Símun 1 ár í Newcastle

Jóan Símun Edmundsson sum undan Ólavsøkuni hevði sín 19 ára føðingardag, hevur undirskrivað ein 1 ára sáttmála við enska Premier League felagið Newcastle. Jóan Símun hevur annars leikt við eykaliðnum og ungdómsliðnum hjá Newcastle í ár.

Seinnu árini hevur Jóan Símun verið nógv umrøddur í Føroyum, har hann serliga á Vodafoneliðnum hjá B68, og á føroyska U21 landsliðnum, hevur hann víst hvør dugur er í honum. So seint sum í gjár, skoraði hann føroyska málið tá Føroyar taptu 2-1 ímóti Estlandi í Tallin.

Tofta Ítróttarfelag og FC Newcastle eru sum sagt samdir um ein 1 ára sáttmála, har allir partar eru væl nøgdir. Tofta Ítróttarfelag ynskir Jóan Símuni hjartaliga tillukku við sáttmálanum, og alt tað besta framyvir.