Jóan Símun skjeyt eisini bjarnaungan
Fyrr í summar gjørdist Jóan Símun Edmundsson match-vinnari, tá Føroyar vunnuð 1-0 á Russisku bjørnini. Í dag stóð so bjarnaungin fyri skotum, og tað sum Theodore Roosevelt ikki hevði nervar til, hevði Jóan Símun Edmundsson hinvegin.
Letland sum fyri ikki so langari tíð síðani vunnuð 3-1 á Føroyum í Gundadali, vóru sjálvandi stórir favorittar ímóti Føroyum, men Føroyingarnir vildu tað annarleiðis. Einki mál kom í einum jøvnum fyrra hálvleiki, har Øssur Dalbú hevði besta møguleikan hjá Føroyum.
Tá 10 minuttir vóru leiktir av seinni hálvleiki, spældi Øssur Dalbú bóltin til Jóhan Troest Davidsen, sum sendi væl innfyri og har var Jóan Símun Edmundsson hægstur og stútaði bóltin í mál til 1-0 til Føroyar. Hóast Lettar royndu alt hvat teir vóru mentir, at fáa útjavnandi málið, megnaðu Føroyingarnir at hóra undan og vunnuð ein uppibornan sigur.
Leygardagin skulu Føroyar aftur í eldin, tá Andorra, sum enn einki stig hava fingið, taka ímóti.











