Jóan Símun væl nøgdur
Tá U21 landsliðið hjá Føroyum høvdu leikt ímóti Rumenia, gekk leiðin hjá Jóan Símuni til Englands, at royndarvenja hjá Manchester City. Nú er hann so aftur komin, og hann er sera væl nødur við túrin, og seinni í hesum mánaðinum skal hann yvir aftur at leika dyst við eykaliðnum.
Teir 16 dagarnar ið Jóan Símun var í Manchester, búði hann á hotelli, og tað tók honum 10 minuttir við hýruvogni, at koma fram til venjingar-anleggið. Jóan Símun vandi saman við eykaliðnum, har teir møttu upp kl. 9.30. Tað fyrsta teir gjørdu var at taka urin og blóðroynd fyri, at vita um alt var sum tað skuldi verða, og um teir høvdu tikið nóg mikið av vesku.
Aftaná morgunmatin, var fyrrapartsvenjing á fótbóltsvøllinum á skránni, og aftaná døguran var tað serliga styrkivenjing og Yoga, ið var á skránni. Tá kl. gjørdist 15, fekk Jóan Símun frí, og tá royndi bara at verða úthvíldur til venjingina dagin eftir. Jóan Símun er sera bergtikin av umstøðunum hjá Manchester City, sum tú slett ikki yvirhøvur kanst samanbera við umstøðurnar í Føroyum.
Meining var at Jóan Símun skuldi leika ein venjingardyst við eykaliðnum, men tað bleiv tíverri ikki til nakað. Eykaliðini leika í einari kapping fyri seg, men tá sleppa leikarar sum royndarvenja ikki at leika við. Men aftaná U21 landsdystirnar sum verða seinni í hesum mánaðinum, skal Jóan Símun aftur til Manchester, at leika ein venjingar dyst, so teir eisini kunnu síggja hann í dysti.
Jóan Símun sigur til seinast, at hann hevur lært nógv av hesum túrinum, og hann følir eisini at hann hevur ment seg nógv, bæði fysiskt og tekniskt. Til hann skal avstað aftur, rennir hann nógv fyri at halda seg í form, eisini venur hann tvær til trýggjar ferðir um vikuna við U21 landsliðnum, til teir skulu avstað aftur.
Koyr á B68











