Jørleif Jacobsen 70 ár
Í dag hevur ein av teimum, sum var við til at seta Toftir á fótbóltskortið, 70 ára føðingardag. Talan er um toftamannin Jørleif Jacobsen.
Áðrenn B68, var fótbóltur á Toftum leiktur undir navninum Zig Zag. Liðið var ongantíð við í landskappingini, men teir fingu kortini sera góð úrslit í vinardystum ímóti øðrum liðum. Ein av teimum sum leikti við Zig Zag var Jørleif Jacobsen.
Sagt var annars um Jørleif, at hann var ein dribli-sterkur miðvallar leikari. Tey fyrstu árini at B68 var við í landskappingini, var Jørleif eisini at síggja á B68 liðum.
Jørleif hevur eisini altíð verið sera spentur í B68, og í dag sæst hann eisini til mest sum hvønn tann einasta heimadyst. Jørleif er eisini ein av fleiri sum altíð hava, og sum framvegis arbeiða sjálvboði fyri B68. Í dag tekur sær av málnetunum, og tað sama tey stóru netini aftanfyri málini, soleiðis, at tey eru í tí standi tey eiga at verða í.
Herfrá ynskja vit Jørleif Jacobsen hjartaliga tillukku við 70 ára degnum.
Koyr á B68












