kappingarreglur 2010 fyri oldboys og yngru deildirnar
KAPPINGARREGLUR FYRI Old Boys og tær yngru deildirnar
1. Inngangur.
GREIN 1.
Allir dystir í lands- og steypakappingini í fótbólti í, Old Boys, Old Girls og yngru deildunum upp til og við unglingadeildina, gentudeildina og kvinnur á hálvum vølli verða leiktir eftir teimum reglum, ið hesar reglur áseta. Hvar einki annað er tilskilað, eru tær til einhvørja tíð galdandi kappingarreglur hjá F.S.F., ið eru galdandi.
2. Skipan av kappingum.
GREIN 2.
Landskappingin verður skipað soleiðis:
A: Old Boys
Fyri at kunna luttaka í Old Boys, skal viðkomandi leikari vera fyltur 35 ár 1. januar í kappingarárinum og ikki hava leikt fleiri enn 3 dystir í hægri deild í kappingarárinum.
B: Unglingadeildin
Fyri at kunna luttaka í unglingadeildini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 19 ár, 01. januar í kappingarárinum, men vera fyltur 15 ár.
C: Dreingjadeildin
Fyri at kunna luttaka í dreingjadeildini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 16 ár 01. januar í kappingarárinum.
D: Smádreingjadeildin
Fyri at kunna luttaka í smádreingjadeildini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 14 ár 01. januar í kappingarárinum.
E: Piltadeildin
Fyri at kunna luttaka í piltadeildini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 12 ár 01. januar í kappingarárinum.
F: Smápiltadeildin
Fyri at kunna luttaka í smápiltadeildini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 10 ár 01. januar í kappingarárinum. Býtt verður upp í tveir bólkar. Yngri bólkurin eru leikarar, sum ikki eru fyltir 8 ár innan 01. januar í kappingarárinum, og eldri bólkurin er fyri leikarar, sum eru fyltir 8 ár innan 01. januar í kappingarárinum.
G: Old Girls
Fyri at kunna luttaka í Old Girls, skal viðkomandi leikari vera fyltur 30 ár 1. januar í kappingarárinum.
H: Kvinnur á hálvum vølli:
Fyri at kunna luttaka í kvinnum á hálvum vølli, skal viðkomandi leikari vera fyltur 15 ár.
I: Gentudeildin:
Fyri at kunna luttaka í gentudeildini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 17 ár 01. januar í kappingarárinum.
J: Smágentudeildin:
Fyri at kunna luttaka í smágentudeildini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 14 ár 01. januar í kappingarárinum.
K: Gentur 10-12 ár
Fyri at kunna luttaka í deildini gentur 10-12 ár, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 12 ár 1. januar í kappingarárinum.
L: Pinkudeildin
Fyri at kunna luttaka í pinkudeildini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 10 ár 01. januar í kappingarárinum.
GREIN 3.
Í lands- og steypakappingum er leiktíðin henda:
Old Boys 2 x 15 min.
Unglingadeildin 2 x 45 min.
Dreingjadeildin 2 x 40 min.
Dreingjadeildin, hálvan vøll
Upp til 3. dystir sama dag 2 x 15 min
Fleiri enn tríggir dystir sama dag 2 x 10 min.
Smádreingjadeildin 2 x 35 min.
Smádreingjadeildin, hálvan vøll
Upp til 3. dystir sama dag 2 x 15 min.
Fleiri enn tríggir dystir sama dag 2 x 10 min.
Tó max. 100 minuttir pr. dag.
Piltadeildin 2 x 10 min.
Smápiltadeildin 2 x 10 min.
Old Girls 2 x 15 min.
Gentudeildin 2 x 40 min.
Kvinnudeildin ½ vøllur, Gentudeildin
½ vøllur og Smágentudeildin
Upp til 3. dystir sama dag 2 x 15 min.
Fleiri enn tríggir dystir sama dag 2 x 10 min.
Tó max. 100 minuttir pr. dag.
Gentur 10-12 ár 2 x 10 min.
Pinkudeildin 2 x 10 min.
Stk. 2.
Kappingarnevndin kann gera frávik í nevndu leiktíðum, um hetta verður mett neyðugt. Um ivamál eru í leiktíðunum, er tað heimafelagið, sum tekur endaligu avgerðina, tó í samráð við kappingarnevndina.
Stk. 3.
Stendur eftir vanliga leiktíð á jøvnum í finaludysti í landskappingini, verður umdystur leiktur, og er leiktíðin tá henda:
Old Boys 2 x 5 min.
Unglingadeildin 2 x 10 min.
Dreingjadeildin 2 x 10 min
Dreingir hálvan vøll 2 x 5 min.
Smádreingjadeildin 2 x 10 min.
Smádreingir hálvan vøll 2 x 5 min
Piltadeildin 2 x 5 min.
Smápiltadeildin 2 x 5 min.
Old Girls 2 x 5 min.
Kvinnur ½ vøll 2 x 5 min.
Gentudeildin 2 x 10 min.
Gentur hálvan vøll 2 x 5 min.
Smágentudeildin 2 x 5 min.
Gentur 10-12 ár 2 x 5 min.
Pinkudeildin 2 x 5 min.
GREIN 4.
Vinnarin í teimum ymisku deildunum fær hetta heitið:
Old Boys Føroyameistari
Unglingadeildin Føroyameistari
Dreingjadeildin Føroyameistari
Dreingir hálvan vøll Vinnari av dreingjum á hálvum vølli
Smádreingjadeildin Føroyameistari
Smádreingir ½ vøll Vinnari av smádreingjum á hálvum vølli
Old Girls Føroyameistari
Kvinnur ½ vøll Vinnari av kvinnudeildini á hálvum vølli
Gentudeildin Føroyameistari
Gentudeildin ½ vøll Vinnari av gentudeildini á hálvum vølli
Smágentudeildin Føroyameistari
GREIN 5.
Leikarar í unglingadeildini og gentudeildini, ið lúka treytirnar fyri at luttaka í vaksnamannadeildini, kunnu leika tveir dystir sama leikdag. Tó er ikki loyvt unglingi ella gentu, at leika tveir dystir í vaksnamannadeildini sama leikdag.
Stk. 2
Leikarar í dreingjadeildini, ið lúka treytirnar fyri at luttaka í unglinga- ella vaksnamannadeildini, kunnu leika tveir dystir sama leikdag. Tó er ikki loyvt dreingi at leika tveir dystir í unglinga- ella vaksnamannadeildini sama leikdag.
Stk. 3
Luttekur felag við meira enn einum liði innan somu deild, verður flyting at fara fram á sama hátt sum millum hægri og lægri deild. Liðini skulu tá nevnast í bókstavarøð, soleiðis at A-liðið verður at rokna sum tann hægra deildin og B-liðið sum tann lægra deildin, og verður hildið soleiðis fram alt eftir, hvussu nógv lið luttaka í somu deild.
Stk. 4
Eykamaður, sum kemur inn í dysti, verður, hvat ið niðurflyting viðvíkur, at rokna sum annar leikari á viðkomandi liði.
Stk. 5
Tað er bert loyvt leikara at leika ein dyst hvønn leikdag. Leygardagur og sunnudagur verða roknaðir sum ein leikdagur. Í teimum yngru deildunum kann Kappingarnevndin gera frávik í hesi reglu. Javnber tó við broytingina í § 8 í kappingarreglum fyri fótbólt.
Stk. 6
Í unglingadeildini og hinum yngru deildunum, er loyvt, at allir leikarar kunnu skiftast út allan dystin. (sonevnd “flúgvandi útskifting”)
3. Vøllurin
GREIN 6.
Dreingjadeildin leikar á heilum ella hálvum vølli
Smádreingjadeildin leikar á vølli sum er áleið 50 x 70 m.
Smágentudeildin leikar á hálvum vølli.
Piltadeildin leikar á fjórðings vølli.
Smápiltadeildin, eldru leikarar leika á vølli sum er áleið 21 x 30 m
Smápiltadeildin, yngri leikarar leika á vølli sum er áleið 16,5 x 25 m
Deildin gentur 10-12 ár leikar á fjórðings vølli
Pinkudeildin leikar á vølli sum er áleið 21 x 30 m
4. Dómarar
GREIN 7
Fyri at døma í dreingja –og/ella gentudeildini, skal viðkomandi dómari, í minsta lagi, hava lokið “byrjunar-dómaraprógv”.
Hjálpardómarar eru ikki eitt krav í dreingjadeildini, smádreingjadeildini og í deildini Gentur 14-17 ár.
5. Dómarakort - leikaraváttan
GREIN 8.
Í yngru deildunum skal dómarakort og leikaraváttan verða brúkt eftir nærri áseting av Ungdómsnevndini.
Stk. 2.
Dómarakort og leikaraváttan verða fylt út undir ábyrgd av venjara/leiðara og dómara. Venjarin/leiðarin skrivar undir við ábyrgd, meðan dómarin er hjá.
Stk. 3.
Dómarakort og leikaraváttan skulu sendast til Umsiting FSF’s í seinasta lagi 2 dagar eftir lokna kapping.
6. Bólturin
GREIN 9.
Bólturin skal hava hesar støddir:
Old Boys, Old Girls, unglingadeildin, dreingjadeildin og gentudeildin bólt nr. 5.
Smádreingjadeildin, piltadeildin, smágentudeildin, gentur 10-12 ár bólt nr. 4.
Smápiltadeildin og pinkudeildin bólt nr. 3.
Tað liðið, sum leikar á heimavølli, skal útvega bólt, tiltaksbóltar og vestar.
7. Dysturin
GREIN 10.
Í dreingja- og gentudeildini á heilum vølli er loyvt at hava 11 leikarar á hvørjum liði íroknað ein málverja.
Í smádreingjadeildini er loyvt at hava 9 leikarar á hvørjum liði íroknað ein málverja.
Í smágentudeildini er loyvt at hava 8 leikarar á hvørjum liði íroknað ein málverja.
Í piltadeildini og í deildini hjá gentum 10-12 ár, er loyvt at hava 6 leikarar á hvørjum liði íroknað ein málverja.
Í eldra bólkinum í smápiltadeildini og hjá pinkum er loyvt at hava 5 leikarar á hvørjum liði íroknað málverja.
Í yngra bólkinum í smápiltadeildini er loyvt at hava 4 leikarar íroknað ein málverja.
Í hinum deildunum á hálvum vølli er loyvt at hava 7 leikarar á hvørjum liði íroknað ein málverja.
Stk. 2.
Í smádreingjadeildini er loyvt at hava upp til 4 skiftisleikarar, ella tilsamans 13 leikarar í hópinum.
Í smágentudeildini er loyvt at hava upp til 5 skiftisleikarar, ella tilsamans 13 leikarar í hópinum.
Í piltadeildini og hjá gentum 10-12 ár er loyvt at hava 4 skiftisleikarar, ella tilsamans 10 leikarar í hópinum.
Í eldra bólkinum í smápiltadeildini og í pinkudeildini er loyvt at hava 3 skiftisleikarar, ella tilsamans 9 leikarar í hópinum.
Í yngra bólkinum í smápiltadeildini er loyvt at hava 2 skiftisleikarar, ella tilsamans 6 leikarar í hópinum.
Í hinum deildunum á hálvum vølli er loyvt at hava fimm skiftisleikarar, ella tilsamans tólv leikarar í hópinum.
Eykaleikararnir hava allir loyvi at koma inn í sama dysti, t.v.s. leikarar kunnu skiftast út allan dystin, sonevnd flúgvandi útskifting. Dómaranum skal boðast frá, tá ið nýggjur leikari kemur inn á vøllin.
Stk. 3.
Útskifting av leikarum fer fram á miðjum vølli úti við girðingina.
Stk. 5.
Fríspark verður dømt fyri brot, gjørt eins og í vanligum dysti. Øll fríspørk kunnu skjótast beint í mál.
Stk. 6.
Í smádreingjadeildini verður horna skotið heilt úti frá hornablettinum, mótstøðuleikarar skulu vera minst 9,15 metrar frá bóltinum.
Stk. 7.
Málspark verður skotið inni í málteiginum. Viðleikari kann spæla málmannin, hetta er galdandi í Piltadeildini, Smápiltadeildini, Smágentudeildini, Gentur 10-12 ár og í Pinkudeildini.
Stk 8.
Um leikt verður á heilum vølli er loyvt at hava fimm skiftisleikarar, ella tilsamans sekstan leikarar
á sama dómaraseðli, og hava allir loyvi at koma inn í sama dysti, t.v.s. leikarar kunnu skiftast
út allan dystin, sonevnd flúgvandi útskifting. Dómaranum skal boðast frá, tá íð nýggjur leikari kemur
inn á vøllin.
Stk. 9.
Um leikt verður á hálvum vølli ella minni, verður brotsspark dømt fyri brot, gjørt inni í málteiginum eins og í vanligum dysti, og verður skotið 8 metur út frá miðjuni á málinum. Allir leikarar, uttan hann, ið skal skjóta brotssparkið og málverjin, skulu vera uttan fyri málteigin, tá ið skotið verður.
Stk. 10.
Um leikt verður á hálvum vølli ella minni, verður hornaspark, skotið av mállinjuni 10 metur frá næstu málstong. Mótstøðu leikarar skulu vera minst 8 metur frá bóltinum.
Stk. 11.
Reglurnar um rangstøðu og málmansreglurnar verða ikki nýttar í dysti á hálvum vølli ella minni, tó er ikki loyvt at skjóta málspark beinleiðis til málmannin.
Stk. 12.
Tá leikt verður á hálvum vølli skulu málini verða 5 metrar long og 2 metrar høg.
Tá leikt verður á fjórðings vølli ella minni, kunnu málini verða minni og annars eftir avtalu við ungdómsnevndina.
GREIN 11.
Leikari í unglingadeildini, sum fær gult kort í dysti, skal út á bonkin at sita í 10 min., annar leikari kann ikki setast inn fyri leikaran, meðan hann situr uttanfyri. Sostatt leikar liðið við 10 leikarum í 10 min.. Tá 10 min. eru gingnir, kann leikari koma inn aftur, so skjótt sum steðgur er í spælinum og dómarin gevur tekin um hetta.
Um leikari fær eitt gult kort í einum dysti, verður kortið ikki skriva á dómaraseðilin.
Um leikari fær tvey gul kort í einum dysti og harvið reytt kort, verða hesi skriva á dómara-seðilin, og tá verður farið fram sambært reglunum í §36 og § 37 í kappingarreglum fyri fótbólt.
GREIN 12.
Vunnin dystur gevur 3 stig. Javnleikur 1 stig.
GREIN 13.
10. august í kappingarárinum er seinasti dagur at loyvt er at skifta millum feløg. Tó er loyvt unglingaleikara og gentuleikara 14-17 ár at skifta felag samsvarandi Kappingarreglunum fyri Fótbólt og Leikarareglugerðini. Um so er at unglingaleikari ella gentuleikari 14-17 ár flytur felag aftaná 10. august, kann viðkomandi leikari, eftir at skifti er fari fram, ikki luttaka í Unglingadeildini, dreingjadeildini ella Gentudeildini 14-17 ár, tað sum eftir er av kappingarárinum.
GREIN 14.
Um lið standa á jøvnum í landskappingini, verður raðfylgjan hendan:
a) Stendur á jøvnum í stigum eru stig í innanhýsis dystum avgerðandi
b) Stendur á jøvnum eftir a) er samlaði málmunurin avgerðandi
c) Stendur á jøvnum eftir a) og b) er tað liðið fremst, sum hevur skotið flest mál
GREIN 15.
Fyri liðini í økisbólki hjá Smágentum, í piltadeildini, gentur 10-12 ár, smápiltadeildini og hjá pinkum er galdandi, at um lið kemur afturút við 3 málum, kann mótstøðuliðið seta inn ein eykaleikara, sum verður tikin útaftur, tá munurin minkar.
Er munurin 6 mál, kann mótstøðuliði seta inn ein eykaleikari afturat, sum verður tikin útaftur, tá munurin minkar.
Dómaranum skal boðast frá, tá ið nýggjur leikari kemur inn á vøllin.
GREIN 16.
Venjarar, eykaleikarar og áskoðarar skulu ikki halda til aftanfyri málini, meðan dystur verður leiktur.
Broytingar í hesum reglum kunnu verða gjørdar, og verða møguligar broytingar kunngjørdar í rundskrivi til feløgini og á heimasíðu FSF’s
Kappingarnevndin 24. februar 2010










