Keita og Ndende eisini í B68 í 2011.

Tey seinastu 3 árini hava Ahmed Keita og Ndende Adama Gueye verið ein partur av B68 liðnum, og tað koma teir eisini at verða í 2011, eftir at teir í kvøld hava longt sáttmálan við B68.

Tað hevur ikki hilnast so væl hjá B68 higartil í ár, har B68 liggur á einum 7. plássi við 15 stigum, og bara 5 stig frá niðurflytingarstrikuni. Men liðið hevur eisini verið hart rakt av skaðum, umframt at B68 eisini segði farvæl við Jóan Símun Edmundsson og Nenad Stankovic, tá kappingin var liðug í fjør.

Tá B68 leikti fjórðingsfinalu í steypakappingini, kom Keita til skaða, og hevur ikki leikt tað heilt stóra síðan tá. Men nú er hann so komin fyri seg aftur, og tá kappingin byrjar aftur um ein mánað, verður hann klárur aftur.

Tað sama verður Ndende, ið var so mikið óheppin, at bróta tummilin undir venjing, nakað sum eisini darvaði hann heilt fram til summarsteðgin. Hann verður so eisini klárur aftur, tá kappingin byrjar aftur, og teir báðir eru sera fegnir fyri at leika fyri B68.

Herfrá skula vit ynskja Keita og Ndende tillukku við nýggja sáttmálanum, og samstundis ynskja teimum og B68 alt tað besta framyvir.

Koyr á B68.